40 ár síðani seinasta skotið í Trøllanestunlinum var latið av

40 ár síðani seinasta skotið í Trøllanestunlinum var latið av
Nógv fólk vóru komin saman, tá seinasta skotið í Trøllanestunlinum varð latið av 17. januar 1985. Og tunlarnir hava havt stóran týdning fyri Kalsoynna
 
16.01.2025 - 10:57

Nú 40 ár eru liðin síðani Trøllanestunnilin varð skotin ígjøgnum, hoyra vit brot úr útvarpsfrásøgn, ið varð gjørd tá, og vit hoyra eisini brot úr samrøðu, ið varð gjørd við Gertrud Joensen, sum sigur frá einari sera dramatiskari hending, tá farast skuldi í land í Mikladali í 1966.

Vit tosa eisini við Eyðun Eliassen, ið býr á Trøllanesi, og nomið verður eitt nú við týdningin av tunlunum og komandi Kalsoyarferjuni, ferðavinnuna og Kópakonuna.

 

Fleiri og fleiri ferðast um Kalsoyarfjørð

Í 1974 eru 6.434 ferðafólk við á farleiðini hjá Barsskor, og árið eftir er talið av ferðafólki 7.174. Og mánaðirnir við flest ferðafólkum eru juli og august. 

Í 2014, ið er árið tá Kópakonan verður avdúkað, er samlaða talið av ferðafólkum á kalsoyarfarleiðini, 38.335, og í 2023 er talið 79.390.

 

1720311

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655