Løgmaður: Tilgongdin at broyta ríkisfelagsskapin byrjaði í 2011

Løgmaður: Tilgongdin at broyta ríkisfelagsskapin byrjaði í 2011
Formaðurin í Fólkaflokkinum sigur, at tað hevur ikki so stóran týdning, hvat felagsskapurin eitur, men tað ræður um at gera Føroyar sjálvstøðugar
Nógv fólk var á fundi í Smæruni í gjárkvøldið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.01.2025 - 10:27

Formenninir í Fólkaflokkinum og í Javnaðarflokkinum eru samdir um, at tað rekur saman millum flestu flokkar í málinum um ríkisrættarligu støðu Føroya.

Tað kom fram á fundinum í Smæruni í gjárkvøldið.

Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at gongdin at broyta ríkisfelagsskapin byrjaði longu í samgonguni, sum sat faá 2011, tá Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður. Og viðurskiftini hava flutt seg spakuliga síðani, meðan aðrar samgongu hava sitið við valdið.

Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sigur, at hjá sær hevur tað ikki so stóran týdning, hvat felagsskapurin eitur. 

- Hinvegin snýr tað seg um, at Føroyar gerast sjálvstøðugar og fáa limaskap í teimum altjóða felagsskapum, vit vilja vera limir í, á jøvnum føti við Danmark og onnur sjálvstøðug lond, sigur hann.

Hoyr innslag her:

 

24012024_Aksel_og_Beinir

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329