Alivinnan vil sjálv sleppa at innflyta lúsaheilivág

Alivinnan vil sjálv sleppa at innflyta lúsaheilivág
Vinnuhúsið mælir til, at Apoteksverkið missir einkarrættin, men tað vil Heilsumálaráðið ikki
Tað er henda lúsaheilivágin, sum alivinnan vil sleppa at innflyta uttan um Apoteksverkið.
 
05.02.2025 - 10:40

Alifyritøkurnar skulu sleppa at keypa lúsaheilivág uttanlands uttan um Apoteksverkið.

Tað heldur í øllum førum Vinnuhúsið, sum í hoyringarsvari um nýggju heilivágslógina mælir til, at Apoteksverkið missir einkarættin at selja heilivág til alibrúk.

Havbúnaðarfelagið sigur, at alifeløg hava fingið ítøkilig tilboð, sum eru lægri enn prísirnir hjá Apoteksverkinum. 

Haraftrat verður úrvalið størri, og heilivágurin kemur rættstundis.

Men Heilsumálaráðið heldur ikki, at Apoteksverkið eigur at missa einkarættin at innflyta heilivág til havbúnaðin.

 

Øssur M. Dalbúð er ráðgevi í Vinnuhúsinum. 

 

Óskipað veiting

Heilsumálaráðið sigur, at Apoteksverkið upplýsir, at missir Apoteksverkið einkarættin, er vandi fyri, at veitingin gerst meira óskipað.

Apoteksverkið sigur seg hava ringar royndir av veitarum, sum bjóða bíligan heilivág.

Og Apoteksverkið hevur seinasta árið gjørt stórar íløgur í nýggja, framkomna og størri framleiðsluorku, tá talan er um lúsaheilivág og heilivágsfóður.

Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsdjóralæknin mæla eisini frá, at alarar sjálvir sleppa at innflyta heilivág.

Tí so er vandi fyri, at Heilsufrøðiliga starvsstovan missir møguleikan at hava nøktandi eftirlit við heilivágsnýtsluni í alivinnuni. 

Uppskotið hjá Heilsumálaráðnum fær fyrstu viðgerð í tinginum í morgin.

Sí innslag í Degi og Viku, har samrøður eisini eru við Hjalta Gunnarstein, landsapotekara, og Øssur M. Dalbúð, ráðgeva í Vinnuhúsinum:

 

250204_DV_HEILIVAG


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086