Rúmdargranskari: - Vit skulu ikki missa náttarsvøvn av smágongustjørnuni

Rúmdargranskari: - Vit skulu ikki missa náttarsvøvn av smágongustjørnuni
Asteroid 2024 YR4 er millum 40 og 90 metrar í tvørmáti, og dagurin hon eventuelt kann raka jørðina er roknaður at vera 22. desember 2032.
 
24.02.2025 - 09:30

Ein smágongustjørna, sum rúmdargranskarar bóru eyga við seint í fjør, verður nú nágreiniliga fylgd.

Granskarar royna at finna út av, um hon kann raka jørðina, tá hon aftur er um okkara leiðir um átta ár.

Hildið var, at møguleikin fyri einum samanbresti var 1,3 prosent. Hetta er nú hækkað til 2 prosent.

David Arge Klevang, lektari og granskari á DTU Space, heldur kortini ikki, vit skulu missa náttarsvøvn av hesum.

Møguleikin er ógvuliga lítil, og tá neyvari tøl eru tøk, fara sannlíkindini helst niður á null, sigur hann.

Skuldi tað verið so, at smágongustjørnan hevur kós móti jørðini, eru møguleikar at skumpa hana út av kós, leggur David Arge Klevang aftrat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190