USA gevst at lata Ukraina fregnartænastuupplýsingar

USA gevst at lata Ukraina fregnartænastuupplýsingar
Í gjár varð kunngjørt, at USA steðgar allari hernaðarhjálp til Ukraina
John Ratcliffe er stjóri í amerikansku fregnatænastuni, CIA, sum gevst at lata Ukraina upplýsingar..
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.03.2025 - 14:22

USA ætlar at gevast við at lata Ukraina fregnartænastuupplýsingar.

Tað skrivar Finacial Times, sum endurgevur ónevndar keldur.

Tað fer at fáa avleiðingar fyri ukrainska herin, sum ikki longur fær at fáa strategiskar upplýsingar úr USA.

Deilingin av fregnartænastuupplýsingum hevur havt sera stóran týdning fyri Ukraina í stríðnum við Russland, og upplýsingarnar eru alneyðugar fyri førleikan hjá Ukraina at eyðmerkja og at leypa á russiskar støðir.

Í gjár varð kunngjørt, at USA steðgar allari hernaðarhjálp til Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425