Aftur ein óstøðug og óviss vika

Aftur ein óstøðug og óviss vika
VIKUKJAKIÐ: Diana Reynstind, Lív Egilsdóttir Olsen og Ben Arabo kjakaðust um vikuna, ið fer
 
08.03.2025 - 12:33

Í dag er altjóða kvinnudagur, og tað setir dám á vikukjakið.

Vit kjakast um minkandi føðitíttleika og avbjóðingar hjá smábarnafamiljum. Hvørjar eru orsøkirnar til hetta? Eru tað samfelagsligar og fíggjarligar avbjóðingar, ein nýggjur hugburður ella vantandi javnstøða? 

Aftur hesa vikuna hevur Donald Trump fylt heimspressuna á tremur. Í vikuni boðaði hann frá, at amerikanska stjórnin fyribils tekur aftur hernaðarstuðulin og hernaðarupplýsingar frá USA til Ukraina. Amerikanska stjórnin ætlar sær eisini at taka aftur fyribils uppihaldsloyvini hjá um 240.000 ukrainskum flóttum. Ber til hjá vanligum borgarum og eisini hjá politikarum at fylgja við øllum útsagnunum hjá Trump, og hvat kann ES gera við støðuna, spyrja vit vikupanelið.

Og so kjakast við um landsstýrisrokaduna, sum Tjóðveldi boðaði frá í gjár. Jóhan Christiansen verður landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum. Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður, fer í landsstýrið at umsita almanna- og mentamál, og Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, sum hevur umsitið almanna- og mentamál, fer nú at umsita uttanríkis- og vinnumál fyri Høgna Hoydal, sum fer aftur í løgtingið. Er rokadan ein strategisk góð ætlan hjá Tjóðveldi, hugleiða vit um. 

Lurtið eftir vikukjakinum her:

1730772

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751