Tunnilsmunnin má flytast

Tunnilsmunnin má flytast
- Bilar fara at koyra gjøgnum Sands bygd kortini, sjálvt um ein vegur kemur eftir Hamrinum í sambandi við Suðuroyartunnilin, sigur Brandur Sandoy, bygdaráðslimur á Sandi.
Brandur Sandoy, bygdarráðslimur á Sandi
 
09.03.2025 - 14:47

Fleiri fólk á Sandi vilja als ikki hava, at tunnilsmunnin til Suðuroyartunnilin verður í Djúpadali, men vilja heldur hava hann norðan fyri Sands bygd.

Brandur Sandoy, bygdaráðslimur og fyrrverandi løgtingsmaður, er ein av teimum, sum er harðliga ímóti ætlanini hjá løgmanni og Tunnilsfelagnum. 

Hann metir, at besta loysnin er tann, sum Jón Sigurðsson, Bergur Stórhamar og Mourits Joenen eru komnir við, at tunnilsmunnin heldur skal vera norðan fyri Sands bygd.

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri á Sandi, hevur sagt, at tað er ein møguleiki við eini farleið eftir Hamrinum, men Brandur Sandoy sigur, at tað eru nógv fólk á Sandi, sum ikki taka undir við tí ætlanini.

Her kanst tú hoyra samrøðu við Brand Sandoy:

2025-03-09-Sandoyartunnilin

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037