314 fosturtøkur framdar í Føroyum seinastu 11 árini

314 fosturtøkur framdar í Føroyum seinastu 11 árini
Í fjør vóru framdar 43 fosturtøkur, og tað er tað mesta seinastu 11 árini, tá samanlagt 314 fosturtøkur eru framdar. Tað stendur í svari til Jenis av Rana, løgtingsmann
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.03.2025 - 10:27

Seinastu 11 árini eru framdar 314 fosturtøkur í Føroyum.

Tær flestu vóru í fjør, 43.

Í 2023 vóru 42.

Hini árini, aftur til 2014, eru nógv færri.

 

Nógv færri enn í hinum Norðurlondunum

Tølini eru í svari frá Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu, til Jenis av Rana, løgtingsmann. 

Samanborið við hini Norðurlondini eru nógv færri fosturtøkur í Føroyum.

Grønland er ikki við í hagtølunum.

Flestu fosturtøkur eru í Svøríki.

Nærum allar fosturtøkur vera gjørdar fyri viku 10 til 12 í viðgongutíðini, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672