Russland góðtekur ikki vápnahvíldaravtalu, sum "setur lív í vanda"

Russland góðtekur ikki vápnahvíldaravtalu, sum "setur lív í vanda"
Sergej Lavrov, russiskur uttanríkisráðharri, sigur, at Russland fer ikki at gera vápnahvíldaravtalu, ið "setur lív í vanda"
 
12.03.2025 - 07:48

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sigur í samrøðu, at Russland fer ikki at góðtaka eina vápnahvíld, sum "setur lív í vanda".

Tað skriva fleiri russiskar tíðindastovur, sambært Reuters.

Lavrov endurtekur eisini støðuna hjá Russlandi um, at landið undir ongum umstøðum fer at góðtaka, at NATO-hermenn skulu vera til staðar í Ukraina, um ein varandi friðaravtala verður gjørd.

Í gjár tók Ukraina undir við einum amerikanskum uppskoti um vápnahvíld í 30 dagar, eftir at samráðingarnar hava verið millum amerikonsk og ukrainsk embætisfólk í saudiarabiska býnum Jeddah hesa vikuna.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur, sambært Reuters, at nú liggur bólturin hjá Russlandi, um at fáa vápnahvíld í lag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672