USA lagt 25 prosent toll á innfluttum stáli og aluminiumi

USA lagt 25 prosent toll á innfluttum stáli og aluminiumi
Fleiri lond hava mótmælt og roynt at fáa Donald Trump, forseta, at broyta ætlan. Men tey hava talað fyri deyvum oyrum
Mynd: Shutterstock.com  
 
12.03.2025 - 11:00

Amerikanski tollurin upp á 25 prosent av influttum stáli og aluminiumi kom í gildi í morgun.

Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Tollurin er sambært Hvítu húsunum í Washington uttan undantøk.

 

Nógv mótmæla

Fleiri lond hava mótmælt og roynt at fáa Donald Trump, forseta, at broyta ætlan. Men tey hava talað fyri deyvum oyrum.

Fáar tímar fyri, at nýggi tollurin kom í gildi hótti amerikanski forsetin við, at tvífalda tollin hjá Kanada, sum Trump longu nú er farin í handilskríggj við, skrivar CNN.

Trump slepti tó ætlanini um, at leggja 50 prosent toll á stál úr Kanada.

Tey londini, sum flyta mest stál til USA eru Kanada, Brasil, Meksiko og Suðurkorea, vísa tøl hjá American Iron and Steel Institute.

 

ES svarar aftur

ES er til reiðar at revsa USA og seta toll á amerikanskar vørur, sum aftursvar til amerikanska tollin upp á 25 prosent av influttum stáli og aluminiumi.

Tað skrivar ES-nevndin í tíðindaskrivi, hon sigur eisini at amerikanski tollurin er ógrundaður.

1. apríl fer ES millum annað at ógilda eina fyrrverandi avtalu við USA um at sleppa frá tolli. Tað merkir, at tollur nú verður lagdur á fleiri amerikanskar vørur, sigur ES-nevndin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952