Eyðun Klakstein: Eg havi ikki valt hetta, tí tað er lætt

Eyðun Klakstein: Eg havi ikki valt hetta, tí tað er lætt
Nýggi landsliðsvenjarin setur orð á krevjandi starvið, hjálparvenjaran, Atla Gregersen, og so fær hann góð ráð frá Jógvani Martin Olsen 
Eyðun Klakstein er til reiðar til ábæra starvið sum manslandsliðsvenjari í fótbólti
Mynd: Bárður Lydersen  
 
21.03.2025 - 11:07

Eyðun Klakstein er ein fjølbroyttur maður. Hann hevur roynt seg sum journalist, rithøvund, barreigara og festivalfyriskipara, men nú hevur 52 ára gamli klaksvíkingurin lagt alt tað á hillina. Starvið sum landsliðsvenjari er krevjandi, tú ert í andglettinum, og almenningurin hevur nógvar meiningar um teg.   

- Eg eri ikki farin í hetta starvið, tí tað skal verða lætt og behagiligt fyri meg, sigur Eyðun Klakstein. 

Ein, sum kennir starvið, er Jógvan Martin Olsen. Hann var landsliðsvenjari frá 2006 til 2008, og er tann einasti føroyingurin, sum hevur sitið í starvinum undan Eyðuni Klakstein. 

- Tað er ábærasti posturin í føroyskum ítrótti. Sæð í bakspeglinum var eg kanska ikki greiður yvir, at tað var ein so útsettur postur, sigur Jógvan Martin Olsen, ið tók við eftir Henrik “Store” Larsen í 2006. 

Sigur tú Eyðun Klakstein, sigur tú eisini Atli Gregersen. Teir eru vorðnir ein greipa eftir nøkur góð úrslit við U21-landsliðnum síðstu árini. Soleiðis var eisini í tilgongdini, tá nýggjur landsliðsvenjari skuldi setast. Tað var ikki bara Eyðun Klakstein, men heldur “Eyðun og Atli”. 

- Hann arvaði meg á U21-landsliðnum, og tað er blivið til eitt praktiskt hjúnaband. Eyðun er ein ótrúliga væl skipaður og mentaður maður, og samstarvið hjá okkum hevur riggað væl frá fyrstu venjingarleguni, sigur Atli Gregersen. 

Eyðun Klakstein fer næstu árini at mynda føroyskan fótbólt, frá toppinum og niður. Hann hevur tveitt alt annað frá sær, men hann er eisini til reiðar til brotasjógvarnar, ið kunnu koma. 

 

Organiski venjarin 

Eyðun Klakstein hevur verið í fótbólti alt tað, hann minnist. Fyrst í óskipaðum spæli á gøtunum í Klaksvík, og síðan í skipaðari venjing hjá KÍ, frá tí hann var tíggju ára gamal. Hann vinnur seg á besta mansliðið saman við eitt nú javnaldranum, Akseli V. Johannesen, løgmanni. Tað verður til fleiri enn hundrað dystir í bestu deildini, men fótbóltslívið steðgar ikki har. Eyðun Klakstein tekur næsta stigið, og verður venjari. 

Hann hevur staðið á odda fyri KÍ, B36, Víkingi og Skála í bestu mansdeildini, og hevur verið U17, U19 og U21-landsliðsvenjari. Hann fylgir í so máta leiðini hjá millum annað danska og spanska landsliðsvenjaranum. 

- Eg umboði kanska tann meira organiska venjaran, sum hevur verið virkin á øllum hugsandi stigum í fótbólti. Eg havi óteljandi sjálvbodnar tímar, har eg havi vant børn og ung í KÍ, og eg havi verið ungdómslandsliðsvenjari í tíggju ár, greiðir Eyðun Klakstein frá. 

At gerast A-landsliðsvenjari stóð ongantíð ovast á breddanum – mest tí, at tað ikki var ein møguleiki. Føroyar hava havt sjey fastar landsliðsvenjarar, og bara ein teirra hevur verið føroyingur úr føroyska skúlanum. Nevniliga Jógvan Martin Olsen 

- Eg eri glaður fyri, at ein føroysk loysn er vald. Tað er tað størsta, tú kanst uppliva, at verða venjari hjá einum føroyskum landsliði, sigur Jógvan Martin Olsen.

Hoyr samrøðu við fyrrverandi A-landsliðsvenjaran niðanfyri.

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Eyðun hálsaði um

- Nú ætli eg mær aftur til U21-landsliðið, segði Eyðun Klakstein í novembur 2024. 

Hann og Atli Gregersen tóku við í eitt landsliðsumfar, eftir at Håkan Ericson var koyrdur. Føroyar vunnu 1-0 í Armenia og taptu 1-0 í Norðurmakedónia. Hóast fólkastemningurin var fyri eini føroyskari loysn, vildi táverandi U21-landsliðsvenjarin ikki tveita sítt navn í A-landsliðsleypin. 

14. feburar 2025 var tónin ein annar. 52 ára gamli klaksvíkingurin setti sína undirskrift á ein tvey ára sáttmála sum manslandsliðsvenjari. So hvat var broytt? 

-Tað kendist sum ein stór uppgáva, tá eg fekk í boði at taka tveir dystir. Eg ivaðist eisini, um eg skuldi taka av. Eg var avkláraður við at taka hesar báðar dystirnar, men eg vildi ikki hava hetta starvið. Eg hevði tað fínt við at vera U21-landsliðsvenjari, greiðir Eyðun Klakstein frá. 

Hann fortelur, at tær fimm vikurnar sum fyribilsvenjari vóru krevjandi, og at tað til tíðir kendist ógvusligt. Hóast sigurin í Armenia er frálíkur, og avrikið í Norðurmakedónia er gott, er tað ein greiður Eyðun Klakstein, ið takkar fyri seg, tá flogfarið lendir í Vágum. 

- Eg meini tað, tá eg sigi, at eg eftir dystirnir ikki kendi á mær, at hetta var eitt starv, sum eg skuldi hava, sigur hann. 

 


Í miðdeplinum: Eyðun Klakstein skal fáa Géza Dávid Turi (t.v.) og hinar at ganga í takt. (MYND: Bárður Lydersen)

 

Síðani verður landsliðsumfarið eftirmett, og afturmeldingarnar eru góðar. Í Fótbóltssambandinum eru tey nøgd við avrikini, meðan ynski um føroyskan landsliðsvenjara framvegis er frammarliga í føroyska fótbóltsheiminum.  

- Tá kendi eg á mær eitt sindur av ábyrgd. Bæði tí, at hetta var ein stórur møguleiki hjá okkum, men eisini eina ábyrgd av at taka av, tí vit stóðu helst fyrst fyri, um tað skuldi verða ein føroysk loysn, sigur Eyðun Klakstein. 

Endin er, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen standa ovast á listanum hjá FSF, og fáa landsliðsvenjarastarvið í boði. 

- Eg bleiv spurdur, um eg var áhugaður at koma til samrøðu. Tá visti eg, at eg tók av, um eg fekk tað boðið. Tað kendist øðrvísi enn handan dagin í novembur í fjør, sigur nýggi landsliðsvenjarin. 

Eyðun Klakstein verður kunngjørdur á tíðindafundi í Fótbóltssambandinum 14. februar, men tað er ikki uttan tvístøður. 

  

Almennar samráðingar 

Tað gongur ikki júst stillisliga fyri seg, tá nýggjur landsliðsvenjarin skal veljast. Fótbóltssambandið kemur við hjálp frá donsku ráðgevingarfyritøkuni OneNEXUS fram á trý boð. Danska Jacob Michelsen, norska Leif Gunnar Smærud og føroyska Eyðun Klakstein. Til seinast stóð tað millum teir báðar síðstnevndu, men avgerðin dregur út, og miðlarnir skiftast um at koma við nýggjum avdúkingum.  

 - Onkra løtu var tað mest sum ov nógv, men eg skilji tað væl. Tað er stórur áhugi fyri starvinum. Tá tað dregur út, og fólk eru spent, og onnur gita, slepst ikki undan tí gongdini. Sjálvur var eg avkláraður. Eg var til tvær samrøður, og so skuldi eg bara bíða. Tað tíðarskeiðið bleiv langt. Tað bleiv til einar tríggjar vikur, og tað var ikki bara stuttligt, men tað var ongantíð kritiskt, sigur Eyðun Klakstein. 

Stóra knútapunktið í samráðingunum var, at Atli Gregersen skuldi seta gaggurnar á hilluna alt fyri eitt. Hetta var 43 ára gamli miðverjin, sum bleiv kosin til ársins spælara í 2024, ikki sinnaður at gera. Tað bleiv til eina semju, har Atli Gregersen spælir til 31. august. 

- Reint prinsipielt haldi eg ikki, tað er rætt, at hjálparvenjarin hjá landsliðnum spælir. Tað haldi eg eisini, at Atli heldur, men vit komu í eina støðu, har tað dró út. Eg skilji væl, at Atli ikki vildi svíkja Víking frá degi til dags. Vit komu til eina niðurstøðu, sum eg haldi, at vit øll kunnu liva við, sigur Eyðun Klakstein, sum samanborið við fleiri av útlendsku undanmonnunum í fyrsta umfari bert hevur fingið ein tvey ára sáttmála. 

- Eg haldi, tað er í lagi. Frá okkara síðu vilja vit eisini vita, um hetta riggar. FSF hevur eisini fyri neyðini at vita, um tað riggar við føroyskum venjaranum aftur, og í øðrum lagi, um vit eru teir røttu. So eg haldi, tað er hóskandi við tveimum árum, sigur Eyðun Klakstein. 

 


Yin og Yang: Atli Gregersen var "var við í keypinum", tá Eyðun Klakstein fekk U21-venjarastarvið. Nú skal greipan royna seg við A-landsliðnum. (MYND: Bárður Lydersen)

 

Eyðun og Atli 

Tað er ein væl nøgdur Atli Gregersen, sum javnan fer á fund heima hjá Eyðuni á Hamarsniði í Klaksvík. Har verður borðreitt við góðari sjokolátu frá kondittarínum Marietta, og á borðinum liggur Weekendavísin. 

- Eyðun er ein fjølbroyttur og mentaður maður, sum fylgir væl við í politikki og list. Eg skilji ikki altíð, hvussu hann klárar alt, men eg plagi at stjala Weekendavísina heim við, sigur Atli Gregersen brosandi. 

Tað stóð hvørki skrivað í sól ella mána, at Eyðun Klakstein og Atli Gregersen skuldu blíva venjaragreipa. Yrkisleiðirnar hjá teimum hava bara runnið saman í eitt hálvt ár í Víkingi í 2020, men hetta broyttist, tá Eyðun Klakstein tók við á U21-landsliðnum. Við í keypinum kom hjálparvenjarin Atli Gregersen. 

- Tað, sum Atli kemur við, hevur stóran týdning fyri samstarvið hjá okkum. Vit høvdu ikki komið í hesa støðuna, um tað ikki vóru vit báðir saman, sigur Eyðun Klakstein. 

Teir eru ymiskir. Meðan Eyðun í størri mun er gjøgnumhugsaði og sakligi høvuðsvenjarin, sum sær heildina, so er Atli Gregersen meira knappur í vendingini, og sinnalagið kann fara avstað við honum. 

- Vit vita altíð, hvat vit skulu, og nær vit skulu tað, tá vit fara avstað. Altso næstan upp á sekundið. Tað er lekkurt, tí eg eri nokk meira eitt róthøvd, sum livir í nú’inum. So tað passar væl saman, sigur Atli Gregersen, og leggur afturat: 

- Hann er ein róligur og fittur fýrur. Tað ljóðar kanska eitt sindur býtt, men hetta er eitt gott menniskja, vit hava við at gera, sum virðir fólk og sær tey fyri tað, sum tey eru. Hesum er eisini brúk fyri, tá tú skal arbeiða saman við mær. 

Eyðun Klakstein heldur, at leiklutirnir hjá teimum í stóran mun verða generaliseraðir, tí Atli dugir eisini væl at síggja heildina, meðan Eyðun somuleiðis trívist væl í smálutunum. Teir síggja fótbólt áleið eins. Tað fingu teir at sanna longu eftir fyrstu venjingarleguna fyri tveimum árum síðani. Nú fær greipan seg veruliga roynda, tí trýstið til ein A-landsdyst er væl størri enn til ein U21-landsdyst. 

Hoyr samrøðu við hjálparvenjaran Atla Gregersen niðanfyri. 

 

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Skal takkla stóran áhuga og kritikk 

 Millum javnaldarnar hjá Eyðuni Klakstein í KÍ var Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

- Eg møtti honum nú ein dagin. Tá tosaðu vit um, hvør av okkum var í tí mest útskeldaða starvinum, sigur Eyðun Klakstein brosandi. 

Hann setir seg nú í sama sessin, sum Jógvan Martin Olsen setti seg í fyri 18 árum síðani. Toftamaðurin fekk nógv oman yvir seg, og tað leikaði mangan hart á. Hann veit, hvat krevst sum føroyingur í ábæra starvinum. 

- Øll hava eina meining um tað, tú gert. Hetta er tann mest útsetti posturin í føroyskum ítrótti. Tað er eisini sjarmerandi, at tað er so stórur áhugi, men tað er nakað, ið tú skal fyrihalda teg til, sigur Jógvan Martin Olsen, sum minnist ilt aftur á onkrar av atfinningunum, sum hann kallar ósakligar. 

- Tað er eingin loyna, at tað var hart til tíðir. Serliga fyri baklandið og tey nærmastu, sum kanska lurtaðu og lósu meira um tað, enn eg, leggur Jógvan Martin aftrat. 

Hetta er Eyðun Klakstein eisini til reiðar til. Hann hevur roynt nógv bæði í fótbólti og í miðlaheiminum sum journalistur. 

- Eg kann jú tola nógv av, men so eru tað tey, sum eru uttan um. Familjan er von við, at eg eri eitt sindur frammi og eri blandaður upp í alt møguligt. Tað hjálpir kanska, um eg vísi, at eg toli hetta, sigur nýggi landsliðsvenjarin. 

Tað verður ikki altíð, at sakligheit og góð argumenti eru nokk. Tað er skjótt, at motiv verða kastað landsliðsvenjaranum fyri.

- Fólk skulu sleppa at tosa um landsliðið, uttan at eg skal sita undir hvørjum orði. Eg eri ikki erkvisin, og havi roynt tað mesta í fótbólti. Eisini at vera tann einsamalli, tá tað gongur illa. Eg eri til reiðar, sigur Eyðun Klakstein, sum dámar væl at umboða Føroyar framman fyri almenninginum og miðlunum. 

Jógvan Martin Olsen, sum í dag starvast sum ungdómslandsliðsvenjari hjá FSF, heldur fyri, at tað er týdningarmikið, at Eyðun er trúgvur ímóti sær sjálvum. Tað er skjótt at gloyma seg sjálvan burtur, tá nógv stendur á. 

- Eg eri púra samdur við Jógvai Martin. Tú mást vera tann, tú er. Tað havi eg upplivað fyrr í míni yrkisleið sum venjari. Tú fært á teg, at tú ert eitt ávíst slag av venjara. Tá tað gongur væl, er tað ein styrki – tá tú tapir, er tað ein veikleiki, sigur nýggi landsliðsvenjarin. 

 

Leggur alt annað til síðis 

Stutt eftir at klaksvíkingurin var settur sum landsliðsvenjari, vann hann lesaraviðurslønina fyri krimibókina "Lygn," sum er onnur bókin í røðini. Hann heldur ikki, at tað sømir seg at geva bøkur út, tá tú ert landsliðsvenjari. 

- Tá eg nú havi fingið hetta starvið, so er tað mítt fulltíðarstarv og mítt einasta starv, sigur Eyðun Klakstein. 

Hann er eisini ein av eigarunum í Essabar, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum og hevur harumframt røkt uppgávur sum journalistur og útvarpsvertur. 

- Eg havi í fleiri ár havt eitt arbeiðslív, har eg ikki havi havt eitt fast starv, men havi arbeitt við verkætlanum og øðrum, og so fótbóltinum aftrat. Av tí sama haldi eg, at fólk halda, at eg havi verið blandaður upp í so nógv. Eg veit ikki, um eg eri blandaður upp í nógv meira enn so nógv onnur fólk, sigur 52 ára gamli klaksvíkingurin. 

 


Eyðun Klakstein leggur næstu árini alla sína orku í landsliðsvenjarastarvið. Journalisturin, rithøvundurin, barreigarin og festivalfyriskiparin mugu víkja. (MYND: Bárður Lydersen)

 

Alt hetta má nú víkja fyri landsliðsvenjarastarvinum. Hann er farin undir at rigga annað av, so hann bara skal hugsavna seg um fótbóltin næstu tvey árini – men hann loyvir sær kortini at hava eitt ítriv. 

- Tú kanst vera stjóri á Strandferðsluni og luttaka til DM í vektlyfting, tú kanst vera stjóri í einum skipafelagi og syngja í kóri og so framvegis. Øll hava brúk fyri einum lítlum ítrivi. Hjá mær er tað ikki at smíða ein skúr, hava eplaveltu ella byggja ein hjall, men at putlast við onkran tekst eitt illveðurskvøld, sigur Eyðun. 

Funnist hevur mangan verið at landsliðsvenjarum, tí teir ikki hava búð í Føroyum og hava verið ov lítið sjónligir í føroyska fótbóltsumhvørvinum. Hjá Eyðuni vendir tað hinvegin. 

- Ja, eg fari sjálvandi at verða sjónligur, tí eg búgvi í Føroyum. Tað verður eitt sindur øðrvísi, enn tá venjararnir búgva uttanlands og koma higar at arbeiða,og so heimaftur aftaná. Hjá mær verður avbjóðingin heldur at sleppa burtur í eina viku, so eg kann fáa hvílt meg eina løtu, sigur Eyðun Klakstein. 

Hann vil fegin samskifta og vísa seg á staðnum, men leggur dent á, at hann ikki ætlar sær at blanda seg uppí, hvat feløgini gera. Hann er errin av, at hann nú er landsliðsvenjarin. 

- Eg haldi ikki eg havi fatað tað enn, tí tað kom alt so brádliga. Hetta er ein stórur heiður og ein stór ábyrgd. Eg eri til reiðar at fara til arbeiðis, tí nú snýr tað seg bara um fótbólt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 22. mars
Jambalaja - 220325
189617
Leygardag 22. mars
Upp á tá - 210325
189616
Leygardag 22. mars
Morgunlestur leygardagur 22.mars 2025
189610
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 22. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189606
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551