Odesa í ljósum loga

Odesa í ljósum loga
Russar hava lopið á ukrainska havnarbýin við dronum
Eldur er í fleiri staðni í Odesa.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
21.03.2025 - 08:20

Ukrainski havnarbýurin Odesa er í nátt raktur av umfatandi russiskum dronuálopum, boðar ukrainska forsetaskrivastovan frá.

- Odesa stendur í ljósum loga. Russiskar dronur hava lopið á sivil mál í býnum, skrivar aðalstjórin, Andrij Jerman, á Telegram seint í gjárkvøldið.

Enn er ikki greitt, hvussu stórur skaðin er.

Sambært fráboðanini, kom eldur í fleiri staðni í býnum. 

 

Fleiri enn 15 spreingingar

Sambært ukrainska kringvarpinum Suspilne, vóru fleiri enn 15 spreingingar í býnum.

Partar av Odesa hava mist streymin.

Kekkiski forsetin, Petr Pavel, var í Odesa í nátt, tá ið Russland leyp á býin.

Guvernørurin í Odesa, Oleh Kiper, sigur við Telegram, at teir báðir sótu á fundi og tosaðu um trygdina í Svartahavi, tá ið russiski fíggindin leyp á býin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541