Ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn

Ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn
Børnini, ein drongur og tvær gentur, vóru øll yngri enn 12 ár, tá brotini, sum eru nevnd í ákæruritinum, skulu vera framd
Ákæruvaldið fer ikki at krevja fongsulsrevsing, men at maðurin verður settur undir eftirlit.
 
26.03.2025 - 08:20

Ein 43 ára gamal maður er ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn.

Børnini, ein drongur og tvær gentur, vóru øll yngri enn 12 ár, tá brotini, sum eru nevnd í ákæruritinum, skulu vera framd.

Málini eru gomul. Tað elsta umfatar árini 2000 til 2004.

Eitt er frá árunum 2010 til 2013, og tað yngsta er frá árunum 2016 til 2018.

 

Noktar seg sekan

Maðurin er ákærdur fyri millum annað neyðtøku.

Maðurin noktar seg sekan. 

Ákæruvaldið fer ikki at krevja fongsulsrevsing, men at maðurin verður settur undir eftirlit.

Fyrivarni er tikið fyri endurgjaldskravi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761