Landsstýrisformaðurin: Ósemjur skulu leggjast til viks

Landsstýrisformaðurin: Ósemjur skulu leggjast til viks
Jens-Frederik Nielsen úr Demokraatit verður nýggjur landsstýrisformaður í Grønlandi, og Vivian Motzfeldt úr Siumut heldur fram sum landsstýriskvinna í uttanríkismálum
Tey fýra forfólkini í teimum fýra flokkunum, sum nú skipa landsstýri í Grønlandi.
Mynd: Sermitsiaq  
 
28.03.2025 - 14:28

Fyri løtu síðani skrivaðu teir fýra flokkarnir,  Demokraatit, IA, Siumut og Attasut, undir samgonguskjalið, sum verður grundarlagið undir arbeiðnum hjá nýggja landsstýrinum í Grønlandi.

33 ára gamli Jens-Frederik Nielsen úr Demokraatit verður nýggjur landsstýrisformaður. Flokkurin hjá honum vann valið 11. mars, og sjálvur fekk hann 4.850 persónligar atkvøður.

Annars kann leggjast aftrat, at Jens-Frederik Nielsen er stinnur badmintonspælari, og hevur verið grønlandsmeistari fleiri ferðir, umframt at hann hevur vunnið gull í tvímansleiki á Oyggjaleikunum bæði í 2015 og 2017.

 

Leggja ósemjur til viks

- Tað hevur sera stóran týdning, at vit leggja ósemjur og stríð til viks, og syrgja fyri at halda saman í øllum samfelagnum, tí bara soleiðis kunnu vit møta tí stóra trýstinum, vit eru undir uttanífrá, segði Jens-Frederik Nielsen beint áðrenn samgonguskjalið varð undirskrivað.

Mute B. Egede, sum hevur verið landsstýrisformaður seinastu fýra árini, verður nú naalakkersuisut, ella landsstýrismaður, í fíggjar- og skattamálum.

- Vit skulu ikki bert hugsa um okkum sjálvi, men eisini um komandi ættarlið - sjálvt um vit eru eitt lítið land, kunnu vit í felag styrkja okkara støðu. Vit skulu heldur ikki læsa okkum føst í okkara floksflaggi, men í okkara tjóðarflaggi, segði Mute B. Egede.

 

Nøkur av teimum, sum manna nýggja landsstýrið í Grønlandi. (Mynd: Sermitsiaq)

 

Tíggju landsstýrisfólk

Tíggju fólk eru í nýggja grønlendska landsstýrinum.

Vivian Motzfeldt úr Siumut heldur fram sum landsstýriskvinna í uttanríkismálum, og Naaja Nathanielsen úr IA heldur eisini fram sum landsstýriskvinna í ráevnismálum, sum kann gerast ein týðandi politiskur sessur í Grønlandi.

Vivian Motzfeldt segði, at "vit hava lurtað eftir grønlendska fólkinum og eftir tørvinum at standa saman sum fólk. Tað hevur týdning, at vit brúka okkara kreftir, okkara samleika og okkara mentan," segði Vivian Motzfeldt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 1:3
134983
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167