Kunningarfundur um Suðuroyartunnilin, meðan málið er í tinginum

Kunningarfundur um Suðuroyartunnilin, meðan málið er í tinginum
Okkurt bendir á, at løgmaður roynir at sannføra tingið um at taka undir við málinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, á kunningarfundinum í Tinganesi fyrrapartin.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
03.04.2025 - 14:08

Heldur óvæntað bjóðaði Aksel V. Johannesen, løgmaður, øllum tingfólkum til kunningarfund um Suðuroyartunnilin í Tinganesi fyrrapartin. 

Hetta var gjørt samstundis sum uppskotið um Suðuroyartunnilin, sum løgmaður sjálvur legði fram, er í tinginum.

Fyrsta viðgerð hevur verið, og málið er nú fíggjarnevndini. 

Umframt tingfólk vóru umboð fyri tunnilsfelagið og ráðgevararnar, sum felagið hevur brúkt til verkætlanina, við á fundinum í Tinganesi.

Men tey, sum hava mælt til aðra tunnilsleið enn hana, sum skotin er upp at gera, vóru ikki boðin við.

Okkurt bendir á, at endamálið vlð fundinum í dag var at sannføra tingið um at taka undir við málinum, soleiðis sum tað er lagt fram.

Hoyr Marjuna Dalsgaard greiða frá úr Tinganesi: 

 

0304_Marjun_og_Suduroyartunnil


 

Myndir: Bárður Lydersen

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329