Badminton: Gull, silvur og bronsu í Danmark

Badminton: Gull, silvur og bronsu í Danmark
Føroysku landsliðsleikararnir í badminton vunnu fleiri heiðursmerki í kapping í Danmark um vikuskiftið
Mynd: Dánial Olsen  
 
14.04.2025 - 21:00

Eitt gull, eitt silvur og eitt bronsuheiðursmerki.

Tað var úrtøkan hjá føroysku landsliðsspælarunum í badminton, sum vóru í Danmark og kappaðust í meistararekkjuni og A-rekkjuni um vikuskiftið.

Magnus Dal-Christiansen og Sanna Thorkildshøj fóru avstað við gullinum í blandaðum tvímansleiki í meistararekkjuni, har Sanna og Mia Thorkildshøj vunnu bronsu í tvímansleiki.

Í A-rekkjuni vunnu Magnus Dal-Christiansen og Rúni Øster silvur í tvímansleiki.

Hetta eru góð tekin undan Oyggjaleikunum á Orknoyggjunum í summar. Næstu dagarnar eru føroysku badmintonspælararnir á landsliðsvenjingarlegu, áðrenn innleiðandi dystirnar til Kontrast FM 26. apríl.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542