Fýra atkvøddu móti Suðuroyartunlinum

Fýra atkvøddu móti Suðuroyartunlinum
Klokkan var farin væl og virðiliga av hálvgum níggju í gjárkvøldið, tá løgtingið samtykti uppskotið um Suðuroyartunnilin
Nógv vóru og lurtaða eftir viðgerðini í løgtinginum í gjár. Her tosar løgmaður við nakrar áhoyrarar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.05.2025 - 06:18

Klokkan var farin væl og virðiliga av hálvgum níggju í gjárkvøldið, tá løgtingið samtykti uppskotið um Suðuroyartunnilin.

Uppskotið var samtykt við 28 atkvøðum fyri og fýra ímóti.

Orðaskiftið vardi í átta tímar og 20 minuttir.

Grímur Sundstein og Fía Selma Nielsen í Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen í Samandsflokkinum og Liljan Weihe í Tjóðveldi atkvøddu ímóti.

Uppskotið hjá meirilutanum í fíggjarnevndini var samtykt.

Har var bara ein atkvøða ímóti, tann hjá Grími Sundstein.

Meirilutin sigur, at kannast skal, um Skúgvoyggin kann takast við.

Hann sigur, at tá Suðuroyartunnilin verður boðin út, skal atkomutunnil til Skúvoyar eisini vera boðin út.

Tá tilboðini eru komin, tekur løgtingið støðu til, um atkomutunnil til Skúvoyar skal gerast.

Meirilutin sigur eisini, at í tøttum samstarvi við kommunurnar í Sandoynni skal kannast, um betri loysn er enn vegurin á Traðarhamri, til dømis eitt berghol gjøgnum Traðarhamar.

Uppskotið hjá minnilutanum, Magnusi Rasmussen, um fíggingarleistin og um at prosjektera linjuføringina, um tunnilsmunnin verður innan fyri Múlan við Sandsbygd, fall.

Sambandsflokkurin og Grímur Sundstein í Fólkaflokkinum atkvøddu fyri og hini ímóti.

Nú er triðja viðgerð eftir, men hon verður ikki fyrr enn seinni í mai.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203