Bakkafrost brúkti 4,5 mió. kr. upp á lobbyismu í fjør

Bakkafrost brúkti 4,5 mió. kr. upp á lobbyismu í fjør
Slakar tvær milliónir krónur vóru brúktar í Føroyum, góðar tvær í Skotlandi og ein á heimsplani
Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, heilsa upp á Ursulu von der Leyen, tá hon vitjaði í Føroyum í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.05.2025 - 10:00

Bakkafrost brúkti í fjør fýra og eina hálva millión krónur til lobbyismu í tí sum samtakið kallar óbeinleiðis lobbyvirksemi.

Tað stendur at lesa í roknskapinum hjá samtakinum fyri 2024.

Av tí vóru slakar tvær milliónir krónur brúktar í Føroyum, góðar tvær í Skotlandi og ein á heimsplani.

 

Óbeinleiðis ávirkan

Sambært roknskapinum var peningurin brúktur til óbeinleiðis politiska ávirkan, skrivar Bakkafrost í roknskapinum, og sambært samtakinum er hetta limagjald fyri at vera partur av Vinnuhúsinum og Havbúnaðarfelagnum, Salmon Scotland og Global Salmon Initiative.

Men har stendur eisini, at Bakkafrost hvørki letur ella hevur latið nakran fíggjarligan ella í natúrligan stuðul til politiskar flokkar, teirra fólkavaldu umboð, ella einstaklingar, sum søkja politisk embæti.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Beinleiðis samstarv

Hinvegin, skrivar samtakið í roknskapinum eisini, at Bakkafrost í 2024 hevur samstarvað beinleiðis við myndugleikarnar í samband við broytingarnar í elveitingarlógini, sum vóru gjørdar í fjør.

Endamálið hjá samtakinum var at geva politikarunum eina fulla fatan av framtíðartørvinum hjá Bakkafrost, um felagið skal røkka sínum málum um vakstrarhúsgass, sum samsvara við Parísavtaluna.

- Bakkafrost tekur fult undir við skjótum skifti til grønan búskap og ætlaðu broytingunum í føroysku orkulógini. Endamálið við hesum broytingum er at tryggja at nóg mikið er til av varandi orku á landsnetinum. Men Bakkafrost heldur, at umleggingin kundi verið framskundað enn meira, og at ein liberalisering av orkumarknaðinum er ein møgulig loysn fyri at tryggja skjótari atgongd til varandi orku, skrivar felagið.


Mynd: Ritzau / Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961