Borgarafundur á Sandi: "Vit vita ov lítið um tunnilsleiðina"

Borgarafundur á Sandi: "Vit vita ov lítið um tunnilsleiðina"
Sands kommuna og privatfólk skipa í kvøld fyri borgarafundi um Suðuroyartunnilin í Bókasavninum á Sandi.
Vegaføringin í sambandi við ætlaða Suðuroyartunnilin er evnið á borgarafundi á Sandi í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.05.2025 - 13:35

Klokkan 19 í kvøld verður borgarafundur á Sandi um Suðuroyartunnilin.

Tað eru Sands kommuna og privatfólk, ið skipa fyri fundinum, sum verður á Bókasavninum á Sandi.

- Vit vita ov lítið um m.a. tunnilsleiðina hjá Suðuroyartunlinum. 

Tað sigur Poul Clementsen, bygdaráðslimur, sum er ein at stigtakarunum.

INNSLAG_Borgarafundur_a_Sandi_1

 

Áhugabólkur við á fundinum

Við á fundinum verður eisini áhugabólkurin fyri eini alternativari tunnilsætlan, sum hevur lagt eina aðra linjuføring fram enn hana, sum Tunnilsfelagið heldur seg til, og sum er nevnd í lógaruppskotinum, sum í løtuni er í Løgtinginum.

INNSLAG_Borgarafundur_a_Sandi_2

 

Tunnilsstjórin ikki við at fundinum

Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið í dag, at hann heldur ikki, at tað er rætt at fara á borgarafundin, nú málið liggur í løgtinginum. 

- Vit vilja fegin í samskifti við Sands kommunu, tá ið ein avgerð er tikin um, at Suðuroyartunnilin skal gerast, sigur hann.

Triðja viðgerð av lógaruppskotinum um S-tunnil verur mánadagin komandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473