Sissal Jóhanna blásti Evropa um koll

Sissal Jóhanna blásti Evropa um koll
Um nakar ivaðist, um okkara egna Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen kundi standa móti trýstinum og syngja "Hallucination" við fullari megi, tá á stóð, so ivast eingin longur
Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  
 
15.05.2025 - 21:11

So hevur Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen verið á pallinum, og hon blásti alt og øll umkoll. Ja, hon blásti Evropa umkoll. 

Nú fær Sissal Jóhanna ikki gjørt meira. 

"Hallucination" er ein tann frægasti poppsangurin, sum er í Eurovision-sangkappini, og vónandi vinnur góða popphandverkið á keipaleikinum, sum nógv hava tikið til í ár. 

Tað kendist gott, tá Sissal Jóhanna sang. Røddin helt, salurin var við, og vónandi hava hyggjararnir kring Evropa havt somu kensluna sum vit. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541