Krevja pengar frá teimum, sum ikki hava avtalu

Krevja pengar frá teimum, sum ikki hava avtalu
Gjaldið fyri at hava bingjur, akfør og tílíkt á havnarlagnum í Klaksvík verður 100 kr. um samdøgrið
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
26.05.2025 - 11:33

Nú fer Klaksvíkar kommuna at krevja pengar frá teimum, sum hava bingjur, bilar og annað á økinum hjá Klaksvíkar havn uttan avtalu við Klaksvíkar havn.

Tann skipanin kemur 1. juni.

Gjaldið verður 100 krónur um samdøgrið fyri bingjur, akfør og tílíkt.

Fyri tilfar verður gjaldið 25 krónur fyri fermeturin, tá talan er um grúslendi, og 35 kr. á asfalteraðum øki.

Kommunan heitir annars á øll, sum eiga tilfar, bingjur ella akfør á økinum hjá Klaksvíkar havn um at fáa tað á egið øki fyri 1. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329