U21 landsliðið: Nýggjur árgangur og nýtt lið

U21 landsliðið: Nýggjur árgangur og nýtt lið
Nýggi U21-landsliðsvenjarin, Ólavur Mikkelsen, hevur úttikin fyrsta sín fyrsta hóp
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.05.2025 - 12:12

Ólavur Mikkelsen, nýggjur U21-landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 mans til U21-landsdystin móti Estlandi á Djúpumýru í Klaksvík leygardagin klokkan 18. Hetta er fyrstu ferð, at hesin árgangurin skal spæla EM-undankapping. 

Tí er talan um nógv nýggj nøvn, men tað eru eisini spælarar, ið hava spælt á U21-landsliðnum fyrr. Áki D. Samuelsen og Heini F. Sørensen  eru tveir av teimum, ið hava spælt á U21-landsliðnum. Allir spælararnir uttan Aron Benjaminsen, spæla ella hava spælt javnan í bestu deildini í Føroyum. Aron Benjamiensen er í norskum fótbólti.

 

250526_OLAVUR_U21

 

- Vit eru spentir at koma í gongd og ynskja at fáa eina so góða byrjan sum gjørligt, segði Ólavur Mikkelsen.

Føroyar eru í bólki við Fraklandi, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi. 

 

Føroyar – Estland
Leygardagin 7. juni klokkan 18:00 á Djúpumýru í Klaksvík

 

Hópurin:

Málverjar
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

 

Verjuspælarar
Aron Reinert Hansen, B68 Toftir
Jákup Vilhelmsen, B68 Toftir
Jónas Prior, 07 Vestur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjarti Thorleifsson, Skála ÍF

 

Miðvallarspælarar
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Mattias Hellisdal, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Silas Gaard, 07 Vestur
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball (Noreg)

 

Álopsspælarar
Jóhan Josephsen, B68 Toftir
Bartal Páll Klein, HB Tórshavn
Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

 

Venjari
Ólavur Mikkelsen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Leygardag 9. mai
Vikan 9. mai 2026
208127
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968