Hamragarður umvældur næsta vár og summar

Hamragarður umvældur næsta vár og summar
Byrjað verður at umvæla Hamragarð í Vági 1. apríl næsta ár
Hamragarður krevur umvælingar.
 
25.06.2025 - 06:45


Byrjað verður at umvæla Hamragarð í Vági 1. apríl næsta ár.

Arbeiðið tekur hálvt ár.

Tað sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, í svari til Hendrik Old, løgtingsmann.

Seinasti fundur um málið var 23. januar.

Á fundinum vóru tær fýra kommurnar í Suðuroyar sunnaru helvt, Fíggjarmálaráðið, Almanna-og Mentamálaráðið og Landsverk.

Síðani tá hevur verið arbeitt við at skipa samstarvið millum partarnar.

Smápartafelagið Formo á Glyvrum vann útboðið um projektering. 

Hon verður liðug í august ella september.  

Síðani verður byggiarbeiðið boðið út í innbodnum útboði.

Lisitatiónin verður ætlandi í oktober, sigur landsstýrismaðurin.

Stórar umvælingar kravdar

Ellis- og røktarheimið Hamragarður í Vági, sum kom fyri 14 árum síðani, hevur so at siga øll árini havt brúk fyri stórum umvælingum. 

Men leingi hevur togtogan verið um, hvør skal gjalda umvælingarnar. 

Henrik Old sigur, at Landsverk hevur mett, at umvælingarnar fara at kosta góðar 17 mió.kr.

Arbeiðið skuldi gerast í ár. Og pengar eru til tað í fíggjarlógini, sigur Henrik Old.

Hann undrast tí á, at arbeiðið ikki er byrjað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400