- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ítróttaháskúlin í Suðuroy í holt við forprosjektið til ein skúlabygning

Ítróttaháskúlin í Suðuroy er farin í holt við forprojektið um ein skúlabygning. Landið hevur latið 350.000 kr, og í gjár gjørdist tað alment, at Nordea-fonden letur 1.450.000 mió kr til verkætlanina.
- Tað vísir, at onnur eisini síggja virðið í tí, sum vit arbeiða við, sigur Miriam Jannit Norðberg, leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Síðan 2016, tá Ítróttaháskúlin byrjaði, hava tey ikki havt ein skúlabygning, men hava leigað seg inn í ymisk høli.
- Fáa vit ein skúlabygning, so merkir tað, at vit ikki longur skulu liva í tí óvissuni, sum kemur av at leiga høli. Tað merkir eisini, at vit fáa eitt stað at goyma útgerð so sum kajakkir og vátdraktir, sigur Miriam Jannit Norðberg.
Í august verður arkitektakappingin sett í gongd, og síðst í november velja tey, hvørjum prosjekti tey ynskja at arbeiða víðari við, og síðani fara tey at arbeiða við at útvega fígging. Sjálv byggingin fer helst ikki í gongd fyrr enn í 2027.