Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Talgildar viðtalur og nýggj átøk á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Ein nýggj royndarverkætlan verður nú sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum skal betra um heilsutænasturnar í Suðuroynni
Suðuroyar Sjúkrahús.
Mynd: Savn.  
 
03.07.2025 - 15:34

Nú er ein nýggj royndarverkætlan sett í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum skal betra heilsutænasturnar í Suðuroynni. Høvuðsparturin av verkætlanini eru talgildar viðtalur, har sjúklingar í Suðuroynni kunnu fáa fakliga viðgerð og ráðgeving frá serlæknum – uttan at fara av oynni.

Talgildu viðtalurnar fara fram á Suðuroyar Sjúkrahúsi, har bæði tøkni og starvsfólk eru til staðar at veita stuðul. Somuleiðis kann sjúklingurin hava avvarðandi við til viðtaluna. Nakrar eindir, eitt nú Familjudepilin og Barna- og ungdómspsykiatriin, eru longu farnar undir skipanina, og eftir ætlan verða fleiri sergreinar lagdar afturat, m.a. innan lungasjúkur, nervasjúkur og diabetes.

Verkætlanin verður skipað í tøttum samstarvi millum serlæknaeindirnar á Landssjúkrahúsinum og Suðuroyar Sjúkrahúsi, við greiðum ábyrgdarbýti og mannagongdum. Endamálið er at skapa eina varandi loysn, sum kann gerast fyrimynd fyri aðrar eindir í heilsuverkinum.

Palliatión – nýggj tænasta í Suðuroynni

Sum liður í royndarverkætlanini er eisini farið undir at menna eina palliativa tænastu í Suðuroynni. Ein sjúkrarøktarfrøðingur er settur at samskipa hetta arbeiðið, umframt at røkja ábyrgdina av talgildu viðtalunum. Tænastan skal veita vegleiðing og ráðgeving til sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk í økinum.

Í royndartíðarskeiðinum verður ein tørvsmeting gjørd, og síðani verður farið undir at fyrireika og menna tænastuna, í tøttum samstarvi við Palliativu eindina á Landssjúkrahúsinum.

Fyrireikingar til viðgerð kunnu fara fram í Suðuroynni

Eftir summarferiuna verður eisini møguligt hjá sjúklingum at koma á Suðuroyar Sjúkrahús at fremja neyðugar fyrireikingar til skurðviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Hetta inniber millum annað at máta blóðtrýsti, taka blóðroyndir og aðrar neyðugar fyrireikingar, sum kunnu gerast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta fer at lætta ferðingina og tryggja, at sjúklingar eru klárir at fara undir viðgerð, tá teir møta á Landssjúkrahúsinum.

Eftirmeting og víðari menning

Royndarskeiðið við talgildum viðtalum og hinum nýggju átøkunum er frá juli til september 2025. Tá skeiðið er av, verður verkætlanin eftirmett, og mett verður um møguleikarnar fyri at halda fram við átøkunum sum varandi partur av tænastutilboðnum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Verkætlanin verður mett at hava góðar fortreytir fyri at betra heilsutænasturnar í Suðuroynni – við dygd, nærveru og nýhugsan í miðdeplinum.

Hesi átøkini eru liður í yvirskipaðari ætlan um at seta royndarskipanir á heilsuøkinum í Suðuroynni í verk. Endamálið er at royna nýggjar loysnir, sum kunnu gagna, ikki bara í Suðuroynni, men í øllum landinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 06 juli 2026
210564
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522