Aðalmálið var at brúka tilfarið í økinum

Aðalmálið var at brúka tilfarið í økinum
Jón Sigurðsson, stjóri í Articon, sum hevur gjørt Húsareynstunnilin og nýggja Havnarvegin, sigur, at tey løgdu dent á at spara upp á koyringina og brúka tilfarið sum var tøkt
Hetta er fyrsti vegurin av sínum slag í Føroyum, og stjórin í Articon er væl nøgdur nú alt er liðugt
Mynd: Ólavur Frederiksen/Articon  
 
06.07.2025 - 20:22

Tað gjørdist ein stór verkætlan, sum Articon fór undir, tá fyritøkan fekk uppgávuna at gera nýggja innkomuvegin til høvuðsstaðin.

Eitt var at gera vegin frá rundkoyringini og niðan til tunnilin, men fyritøkan hevði eisini tunnilsarbeiðið sjálvt, og íbindingina sunnanfyri. Og meðan arbeitt var, bleiv avrátt at íbindingarvegirnir á leiðini skuldu gerast soleiðis, at bilar ongantíð koma at krossa koyribreytina hinumegin. Tí skuldu flættiskipanir gerast og nú vegurin er tikin í nýtslu, er talan um eina heilt nýggja vegaskipan, sum ikki er roynd í Føroyum áður.

Men tað er ikki bara tað, tí tá farið var undir verkætlanina, var aðalmálið at brúka alt tilfeingið, sum kom frá arbeiðinum aftur.

Tað sigur Jón Sigurðsson, stjóri í Articon.

- Tí er moldin brúkt til vollarnar, sum verja grannaløgini móti óljóði, grótið er brúkt aftur og so framvegis, sigur stjórin í Articon.

Trýst á leinki niðanfyri og hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum á nátturða.

1752504

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375