- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrið tekur støðu til russisk skip eftir ólavsøku

Russisk skip, sum sambært ES og norskum myndugleikum eru óndsinnað njósnaraskip, hava fiskiloyvi í Føroyum. Talan er um tey bæði Melkart-2 og Ostankino, sum felagið Murman Seafood eigur.
ES og nú Noreg hava bannað teimum báðum og øllum øðrum skipum í sama reiðarí at koma inn í sítt sjóøki og sínar havnir.
Føroyskir myndugleikar ætla tó ikki at skunda sær eins nógv. Landsstýrið fer at taka støðu eftir eina tingviðger eftir ólavsøku. Tað eru boðini úr uttanríkis- og vinnumálaráðnum.
Kringvarpið hevur biðið Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, svara uppá, um føroyskir myndugleikar fara at nokta báðum skipunum at fiska í føroyskum øki og koma í føroyska havn. Hon stillar ikki upp til samrøðu, men sigur soleiðis í skrivligum svari gjøgnum eitt embætisfólk:
“Tá ið ES setti tiltøk í verk ímóti ávísum russiskum reiðaríum, fór Uttanríkis- og vinnumálaráðið, saman við viðkomandi føroyskum myndugleikum, undir at kanna, um tørvur er á nýggjari lógarheimild fyri at seta samsvarandi tiltøk í verk.
Nógv bendir á, at neyðugt er við nýggjari lógarheimild og tí fari eg at taka stig til politiska viðgerð av málinum eftir ólavsøku”.
Altso, fyrst skal eitt lógaruppskot gerast eftir ólavsøku og so skulu tríggjar tingviðgerðir til, áðrenn Føroyar taka støðu.
Sambært norska uttanríkisráðharranum, Espen Barth Eide, so njósnast skipini serliga ímóti sjókaðlum og líknandi týdningarmiklum undirstøðukervi, so lættari er hjá russiska statinum at gera yvirgangsatsóknir ímóti undirstøðukervinum á havbotninum.
Tað eru ikki bara skipini hjá Murman Seafood, sum eru komin á svartalista hjá ES og Noreg. Tað eru skipini hjá JSC Norebo eisini. Men onki skip hjá hesum felag hevur fiskiloyvi í Føroyum.
Melkart-2 og Ostankino hava ikki verið í føroyskum øki í ár, men kunnu væntast at koma, tá makrelvertíðin veruliga hevur tikið dik á seg.
Bæði skipini hava áður fiskað í føroyskum øki og verið í føroyskari havn.
LES EISINI:
Norskir myndugleikar: Skipini njósnast