Sangir úr mínum lívi: Ólavur er uppvaksin við andaligum gospeltónleiki

Sangir úr mínum lívi: Ólavur er uppvaksin við andaligum gospeltónleiki
Í sjeynda parti av útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi hittir Rúni Jákupsson sangaran Ólavur á Váli Olsen.
Ólavur á Váli Olsen er gestur í 'Sangir úr mínum lívi'
 
17.07.2025 - 11:03

Tá Ólavur var fýra ára gamal, fór hann at syngja í Dreingjakórinum undir Brúnni. Men tá ein tíð var fráliðin, fekk hann trupulleikar við røddini, og tí sang Ólavur ikki í fleiri ár. 

Á eftirskúla í Danmark í skálaráið 2010/11, tá hann var sekstan ára gamal, kom loksins  veruliga glið á sangin aftur. Ólvur á Váli Olsen spældi sína fyrstu almennu konsert 17 ára gamal.

Pallurin, sum Ólavur á Váli Olsen hevur brúkt mest, hevur verið umborð á Norrønu. Har hevur hann spælt í heili 12 ár.
At framføra fyri so ymiskum fólki, føroyingum og útlendingum, yngri og eldri, hevur ment Ólav nógv. Eitt nú hevur hann fingið evnini at laga seg eftir áhoyrarunum.

 

Í sendingin umrøður Ólavur á Váli Olsen sínar íblástrarkeldur. Kanska tann størsta var mammubeiggin, Ólavur á Váli. Hann doyði í 2005 bara 49 ára gamal, men kortini hevur hann ávirkað Ólav ógvuliga nógv.

Her eru sangirnir, sum Ólavur velur í sendingini.

Eagles - Peaceful Easy Feeling

Kris Kristofferson - Why me Lord

Creedence Clearwater Revival - Have you ever seen the rain

Ólavur á Váli - Mær er sagt um ein stað

Frank Sinatra - My Way

M.C. Restorff - Føroyingar

Hannes Aitman - Dying for a name

Sendingin við Ólavi verður send í útvarpinum í dag kl. 17.05, men er longu nú at finna á KVF Ljóð

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta í Vágs kirkju
207283
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227