SSP: Foreldur eiga at vegleiða síni børn um festivalar og rúsdrekka

SSP: Foreldur eiga at vegleiða síni børn um festivalar og rúsdrekka
- Foreldur mugu tosa við síni børn um rúsdrekka, læra tey at siga nei til rúsdrekka, og hvussu tey koma trygt heim eftir eina váta nátt í býnum, sigur Daisy Iversen frá SSP
 
17.07.2025 - 15:19

Festivaltíðin er byrjað - og ofta verður rúsdrekka sett saman við góða veitslulagnum á festivaløkinum.

Daisy Iversen er rágevi í SSP-samstarvinum, sum á hesum døgum heitir foreldir á at tosa við ung um rúsdrekka.

- Vit mæla sum heild til, at mann sum foreldur tekur eitt prát við børnini og ungdómin um, hvat er ein festivalur, hvat kann tað innibera, og hvat er tað, tey kunnu koma í samband við. Millum annað er rúsdrekka eisini ein stórur partur av tí. 

Hon veit, at ung eru forvitin, men at hetta kann hava syrgiligar støður við sær, tá alkohol er innblandað, heldur SSP-ráðgevin.

- Fleiri hava eina skeiva fatan av rúsdrekkamentanini millum ung í dag, og hetta kann vera óheppið, sigur Daisy Iversen.

Hetta merkir tó ikki, at tey ungu als ikki skulu stuttleika sær á festivalum við vinfólki, men Daisy heldur, at vit mugu gera okkum greitt, at tað er ikki vanligt hjá ungum at byrja at drekka sum 14-ára gomul.

- Hesari fatan mugu vit flyta okkum frá, sigur Daisy Siversen.

Hon heldur eisini, at tað er skeivt at halda, at foreldur gera teimum ungu eina tænastu við sjálvi at bjóða teimum rúsdrekka.

SSP-samstarvið mælir tí foreldrum til at tosa við børn síni um rúdrekka, upplýsa og kunna tey ungu - og harvið fyribyrgja, at tey ungu koma út fyri keðiligum upplivingum, bólkatrýsti ella øðrum í samband við rúsdrekka. 

Hoyr innslag í døgurðatíðindunum her:

SSP_rusdrekka_og_festivalar


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688