Brúgv millum Sisilia og italska meginlandið

Brúgv millum Sisilia og italska meginlandið
Italska stjórnin hevur játtað 100 milliardir krónur til verkætlanina, sum væntandi fer at skapa fleiri enn 100.000 arbeiðspláss
Ætlanin um brúgvasamband millum Sisilia og meginlandið hava verið síðani 1960-árini.
Mynd: Ritzau Scanpix/DR  
 
06.08.2025 - 14:40

Nú skal beinleiðis samband verða millum stivlandið og bóltin.

Italska stjórnin hevur í dag góðkent ætlanir um at byggja eina brúgv millum Sisilia og italska meginlandið.

Italska stjórnin hevur játtað 100 milliardir krónur til verkætlanina, sum væntandi fer at skapa fleiri enn 100.000 arbeiðspláss, skrivar Reuters. 

Sambært tíðindastovuni verður funnist at verkætlanini.

 

Vandi fyri jarðskjálvta og mafiabólkum

Millum annað eru spurningar settir við, um tað er skilagott at byggja eina brúgv í einum øki, har vandi er fyri jarðskjálvta. Eisini verður stúrt fyri, at lokalir mafiabólkar kunnu gera seg inn á verkætlanina.

Harumframt hava umhvørvisfelagsskapir í vikuni sent klagu til ES, har tey vísa á vandar fyri álvarsligar umhvørvisskaðar.

Ætlanir um at gera brúgvasambandið hava verið síðani seinast í 1960-unum.

Brúgvin skal eftir ætlan vera 3,6 kilometrar long. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375