Hoyr Ziska Jacobsen greiða frá lagnutúrinum við Ernestinu

Hoyr Ziska Jacobsen greiða frá lagnutúrinum við Ernestinu
Ziska Jacobsen var lítillátin maður og tosaði ikki ofta um bragdið, ið hann framdi í 1930. Men 10. nov. 1971 eydnaðist tað Árna Absalonsen, útvarpsmanni, at festa hann á band
 
07.08.2025 - 20:00

Ziska Jacobsen úr Klaksvík var sera lítillátin maður, og hann tosaði ikki ofta um bragdið, ið hann framdi, tá hann bjargaði 17 av manningini, tá skonnartini Ernestinum fór á land í Íslandi í 1930. 

Um níggju-tíðina á kvøldið 26. mars rendi Ernestina við 26 monnum umbrorð í illveðri, kavaódn og bítandi kulda á eitt sker undir Bjarnavíkarberginum við Selvog í Íslandi. 

Meðan risastórir brotasjógvar skolaðu yvir skipið royndi manningin at lívbjarga sær. 

Fleiri menn vóru tiknir fyri borð, meðan restin í tíggju tímar stríddi seg ígjøgnum illveðursnáttina. 

 

Svam í land og gleiv upp bergið

Tá tað lýsti fyri degi, lat Ziska, ið hevði hingið í spritinum alla náttina, seg loraði niður á sjógv og svam teir 100 metrarnar í land, eftir áheitan frá skiparanum Dávur í Gerðum. 

Ziska Jacobsen, ið hevði lært seg at svimja í svimjihylinum úti í Grøv frá 1906, 

Ziska fekk fatur á einum enda frá skipinum, sum restin av manningini so kundi bjarga sær í land eftir. 

Eftir at hava svomið í land, so eydnaðist tað eisini Ziska at klintra upp gjøgnum tað loddrætta bergið, haðani hann tveitti eina línu niður til hinar, sum síðan kundu lesa seg upp. 

 

LES EISNI: "Bragdið hjá Ziska bjargaði 17 av manningini á Ernestinu"

 

Vanlukkan yvirskuggaði bragdið

Lítið er at ivast í, at vanlukkan, ið kostaði níggju monnum í bestu árum lívið, fyri eygum hansara, hevur yvirskuggað ta sannroynd, at hann bjargaði 17 mannalívum. 

Eftir at Útvarp Føroya varð sett á stovn í 1957, vóru fleiri royndir gjørdar at fáa Ziska Jacbosen at greiða frá bragdinum, ið hann framdi, tá Ernestina fór á land á Suðurlandinum 26. mars í 1930. 

Ziska bar seg undan inntil 10. november 1971, tá tað eydnaðist útvarpsmanninum Árna Absalonsen at festa Ziska Jacobsen á band.  

 

Einasti møguleikin

Upptøkutólini vóru ikki eins góð tá, sum tey eru í dag, so nógv óljóð er á upprunaligu upptøkuni. 

Upptøkan er eisini myndað av, at tað hoyrist, at Árni Absalonsen er fullvæl greiður yvir, at hetta er einasti møguleikin, ið hann fær, at fáa fest Ziska á band.

Hann trýstur bara á "record", og vónar tað besta.

 

Reinsað og stimbrað

Nú er hugtakandi samrøðuni við Ziska Jacobsen reinsað og stimbrað, so hon hoyrist týðuligari.  

Á upptøkuni hoyrist eisini, hvussu djúpt vanlukkan enn situr í Ziska Jacobsen 51 ár eftir, at hann framdi sítt bragd, og hann er vorðin ein eldri maður.

Eg haldi, at vit skulu hoyra hesa sermerktu samrøðu, har Ziska Jacobsen greiðir frá, hvussu hann upplivdi lagnunáttuna 26. mars 1930. 

 

Ziska_Jacobsen_samroda_10_november_1971__Arni_Absalonsen_gjordi__ENDALIG_LJODMIXA_REINSAD_2025_CLEAR_UP

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Mikudag 21. januar
Morgunlestur mikudagur 21. januar 2026
202877
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852