SF25: Hóskvøldið er kanska tónlistarliga sterkasta kvøldið

SF25: Hóskvøldið er kanska tónlistarliga sterkasta kvøldið
Summarfestivalurin byrjar í kvøld, og tað er ikki langt av leiða at siga, at tónlistarliga er kvøldið tað sterkasta við Nik & Jay, Sakaris, Son of Fortune og Páll Finnur Páll
Son of Fortune spælir í Tjaldinum á Summarfestivalinum í kvøld
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.08.2025 - 14:20

Tað ber væl til at grundgeva fyri, at hóskvøldið á Summarfestivalinum er tónlistarliga tað sterkasta kvøldið á festivalinum.

Tað er neviliga í kvøld, at donsku dølgarnir Nik & Jay skulu royna at festa lív í Vágsbø klokkan 22. 

Hetta er eisini fyrsta konsertin á stóran pallinum í ár. 

 

 

Páll Finnur Páll at enda

Áðenn Nik & Jay fara á pallin, so byrjar tað við við Onnu Lovisu, ið spælir á Torginum klokkan 19, og so er tað bluesrokkur við Son of Fortune í Tjaldinum klokkan 20.

Ókenda, men spennandi Gunnva fer á pallin á Torginum klokkan 21, áðrenn stóra brakið við Nik & Jay - sum sagt - verður á Vágsbøi klokkan 22.

Í hølunum á Nik & Jay, trínur popp-sprellimaðurin Sakaris á pallin í Tjaldinum klokkan 23.30.

 

SÍ EISINI: "SF25: 10 ting tú mást uppliva á Summarfestivalinum"

 

Og Sakaris á baki ber til at hoyra Magna Christiansen á Torginum klokkan 00.30, og at enda, so finnur Páll Finnur Páll hóskvøldið á Vágsbøi klokkan 01.00.

Um tú ætlar tær á Summarfestival í ár, so er eingin orsøk at bíða við at fara til fríggjakvøldið ella leygarkvøldið. Tað er hóskvøldið, tað sker. 

SÍ EISINI: Summarfestival-blaðið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Fríggjadag 17. apríl
LEITISSTEIN 17.04.2026 (Greta Svabo Bech)
207223
Fríggjadag 17. apríl
Breddin: Rúma vit teimum við demens?
207206
Fríggjadag 17. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 17.apríl 2026
207024
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118