Norski oljugrunnurin selt partabrøv í 11 ísraelskum fyritøkum

Norski oljugrunnurin selt partabrøv í 11 ísraelskum fyritøkum
Kríggið í Gasa er orsøkin til søluna, sigur stjórin í grunninum
Nicolai Tangen er stjóri í norska oljugrunninum.
Mynd: Finansavisen  
 
12.08.2025 - 10:40

Norski oljugrunnurin hevur selt síni partabrøv í 11 ísraelskum fyritøkum.

Tað upplýsir norski tjóðbankin í tíðindaskrivi sambært norska kringvarpinum.

Sølan av partabrøvunum kemst av krígnum í Gasa, sigur Nicloai Tangen, stjóri í oljugrunninum.

- Støðan í Gasageiranum er hættislig, talan er um eina humaitera kreppu. Vit hava sett pening í fyritøkur, sum eru í einum landi í kríggi, og støðan á Vestara áarbakka og í Gasa er versnað í seinastuni, sigur hann.

Tað eru tó verri enn so øll ísraelsk partabrøv, sum oljugrunnurin hevur selt.

Sambært NRK átti oljugrunnurin partabrøv í 61 ísraelskum fyritøkum í juni.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327