Steno-miðstøðin fer at kosta 63 milliónir

Steno-miðstøðin fer at kosta 63 milliónir
Bygt verður oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum
Steno-miðstøðin verður bygd oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum, og skal eftir ætlan vera liðg í 2027.
Mynd: Landsverk.  
 
12.08.2025 - 09:39

Steno-miðstøðin, sum skal byggjast á økinum við Landssjúkrahúsið, verður mett at kosta 63 milliónir kr.

Bygningurin verður 1200 fermetrar, og hann skal byggjast oman á verandi C-bygning á Landssjúkrahúsinum.

 

 

Sigurð Ó. Vang er deildarleiðari á Landsverki. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Verkætlanin er partur av stuðulsavtalu við Novo Nordisk-grunnin, sum fíggjar byggingina. Haraftrat koma avleiddar útreiðslur, sum landið rindar, m.a. fyri at endurhýsa starvsfólkini, sum halda til í C-bygninginum.

Landsverk hevur boðið arbeiðið út, og tað er skipað í trimum stórum arbeiðstøkum. Freistin at bjóða er 23. september.

Steno-miðstøðin skal eftir ætlan vera liðug í 2027. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøða eisini er við Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari í verkætlanardeildini á Landsverki:

 

12082025_Steno


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713