Toppfundur: Einki ítøkiligt úrslit

Toppfundur: Einki ítøkiligt úrslit
Fundurin millum Donald Trump og Vladimir Putin endaði uttan nakra avtalu um vápnahvíld
Donald Trump og Vladimir Putin á tíðindafundi eftir toppfundin fríggjakvøldið
Mynd: Sergey Bobylev/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
16.08.2025 - 11:38

Einki ítøkiligt spurdist burtur úr fundinum í Alaska millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og russiska starvsbróður hansara, Vladimir Putin, í gjárkvøldið. 

Í so máta gjørdist fundurin tí eitt vónbrot, skrivar dr.dk. 

Undan fundinum segði amerikanski forsetin, at hann varð vónbrotin, um tað ikki eydnaðist at fáa eina avtalu um vápnahvíld og tað eydnaðist ikki. 

Framstig vórðu tó gjørd á fundinum. Tað søgdu teir báðir leiðararnir á tíðindafundinum eftir toppfundin. Hvørji hesi framstig vóru søgdu teir tó einki um, og tá miðlarnir ikki sluppu at seta spurningar á tíðindafundinum, bar ikki til at fáa at vita, hvat var komið burtur úr at fáa Vladimir Putin til USA. 

Sambært Kim Bildsøe, sum er korrespondentur hjá Danmarks Radio í USA, ber illa til at koma til aðra niðurstøðu enn, at fundurin var miseydnaður, í øllum førum fyri amerikanararnar. Hinvegin fekk Putin nokk tað, sum hann kom eftir, sigur danski korrespondenturin við DR.

Heimsins leiðarar heilsa viljanum hjá Donald Trump at fáa ein enda á krígnum vælkomnum, men reaktiónirnar eru ógvuliga blandaðar. Norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, vil hava meira trýst á Russland fyri at fáa landið at gevast við krígnum, meðan kekkiski uttanríkisráðharrin, Jana Černochová, staðfestir, at toppfundurin ikki hevði grundleggjandi framstig við sær.

- Tað staðfestir, at Putin ikki ynskir frið, men hann sær ein møguleika í at loypa split í samanhaldið í vesturheiminum, so hann framvegis hann sleppa at spjaða sína propaganda, sigur hon.

Ungarski leiðarin, Viktor Orbán, heldur tó at heimurin í dag er tryggari enn hann var í gjár, tí heldur enn at senda hvørjum øðrum boð, hava leiðararnir nú sitið saman og tosað.

Eisini italski varauttanríkisráðharrin, Mario Salvini, hevur givið sína meining til kennar. Hann sigur, at eitthvørt stig móti friði er gott og hann vísir til tað sum Leo pávi hevur mælt til: Má diplomatiið tala frítt heldur enn vápnini, segði hann.

Hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 10.

1758435

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194