Danmark letur 850 milliónir til rættarskipanina í Grønlandi

Danmark letur 850 milliónir til rættarskipanina í Grønlandi
Politiið og ákæruvaldið fáa 31 ársverk aftrat, og nýggj politistøð skal byggjast í Nuuk
Danmark letur Grønlandi 850 mió. kr. til rættarskipanina árini 2026 til 2030.
 
19.08.2025 - 08:15

Danmark letur Grønlandi 850 mió. kr. til rættarskipanina árini 2026 til 2030.

Tað kunngjørdi danski løgmálaráðharrin, Peter Hummelgaard, á tíðindafundi í Nuuk í gjár.

Millum annað fáa politiið og ákæruvaldið 31 nýggj ársverk. Og dómsvaldið fær betri KT-skipan.

Serligur dentur verður lagdur á at fyribyrgja brotsverk móti eitt nú børnum. Og ein nýggj politistøð skal byggjast í Nuuk.

Dataeftirlitið skal hava nýggj høli, og luturin hjá fregnartænastuni hjá politinum skal styrkjast.

Og fólk, sum duga grønlendskt, skulu setast í rættarskipanini í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454