Vænta ruðuleika í Kalsoynni, tá Teistin fer í sigling

Vænta ruðuleika í Kalsoynni, tá Teistin fer í sigling
Maud Østerø á Trøllanesi sigur, at longu nú er nógv bilferðsla í oynni, og Teistin tekur 20 bilar fleiri enn Sam
Í Kalsoynni stúra tey fyri ruðuleika, tá Teistin fer at sigla á kalsoyarleiðini, tí skipið tekur nógv fleiri bilar enn Sam, sum vanliga røkir siglingina.
 
19.08.2025 - 13:44

Ikki allir kalsoyingar eru nøgdir við, at Teistin fer at røkja siglingina millum Klaksvík og Syðradal.

Maud Østerø á Trøllanesi stúrir fyri, at ov nógvir bilar vera í oynni, tá Teistin í næstum fer at røkja kalsoyarleiðina.

Teistin tekur 20 akfør fleiri enn Sam, sum vanliga røkir siglingina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

19082025_Kalsoyarleidin_og_Teistin

 

 

Karl Johansen.

 

Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og formaður í staðbundnu nevndini fyri  bygdirnar í Kalsoynni, sigur, at ein avgerandi fundur verður um málið í morgin:

 

19082025_Karl_um_Teistan

 

 

Sam siglir aftur á kalsoyarleiðini.

 

Sam aftur í sigling

Ætlanin var, Teistin skuldi fara í sigling á kalsoyarleiðini í gjár, nú nýggj rampa er sett í ferjuleguna á Syðradali. Men Strandferðslan sigur á heimasíðuni, at Sam røkir nú aftur siglingina millum Klaksvík og Syðradal, og hann tekur bilar.

Seinastu vikuna hevur Erla Kongsdóttir røkt kalsoyarleiðina, men hevur ikki flutt bilar. Erla Kongsdóttir røkir nú aftur farleiðina millum Hest og Gomlurætt. 

 

 

 

 

 

 

 

 

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028