Revsitiltøk móti Russlandi kunnu fáa stórar avleiðingar fyri vinnulívið

Revsitiltøk móti Russlandi kunnu fáa stórar avleiðingar fyri vinnulívið
Sambært Hagstovuni hava Føroyar útflutt fyri góðar 1,3 milliardir krónur til Russlands síðsta árið, til 1. juli í ár
Bogi Jacobsen er stjóri í samtakinum Varðanum.
 
20.08.2025 - 17:30

Ætlanin hjá landsstýrinum um at herða revsitiltøkini móti Russlandi kann fáa stórar avleiðingar fyri føroyskt vinnulív. 

Tað metir stjórin samtakinum Varðanum, nú landsstýrið vil seta tvey russisk reiðarí á svartalista, hóast skipini hjá reiðarínum hava loyvi at fiska við Føroyar.

 

 

Á Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

 

Bogi Jacobsen stúrir fyri, at Russland kann svara aftur við at seta forðingar fyri føroyska útflutningin til Russlands:

 

20082025_Russland_og_Vardin

 

Sambært Hagstovuni hava Føroyar útflutt fyri góðar 1,3 milliardir krónur til Russlands síðsta árið, tað vil siga til 1.juli í ár. Føroyar seldu makrel til Russlands fyri 864 milliónir og sild fyri 380 milliónir krónur síðsta árið.

Í 2021, árið fyri at Russland gjørdi innrás í Ukraina, útfluttu Føroyar fyri 2,3 miliardir krónur til Russlands.

Síðani kríggið brast á, er laksaútflutningurin til Russlands steðgaður, meðan útflutningurin av uppsjóvarfiski hevur tikið seg uppaftur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860