Sambýli til fólk við autismu boðið út

Sambýli til fólk við autismu boðið út
Høvuðsarbeiðstøkan, nú sambýlið við Rygsá á Argjahamri skal byggjast, er boðin út
Sambýlið skal byggjast við Rygsá á Argjahamri.
Mynd: Cubo Arkitekter / Dagensbyggeri.dk  
 
21.08.2025 - 06:48

Høvuðsarbeiðstøkan, nú sambýlið við Rygsá á Argjahamri skal byggjast, er boðin út.

Sambýlið er ætlað 24 vaksnum við autismu. 

Í sambýlinum vera fýra eindir, tvær íbúðir í hvørjari eind.

Sambýlið verður 2.000 fermetrar.

 

30. september

Landsverk skal hava tilboðini í seinasta lagi 30. september.

Tá vera tilboðini latin upp.

Vinnarin verður kunngjørdur 6. november.

Sambært løglistanum hjá landsstýrinum verður uppskot um verklagslóg lagt fyri løgtingið í heyst.

Sambært løglistanum skal sambýlið vera liðugt á vetri í 2027. 

Einki verður nevnt um, hvat sambýlið er mett at kosta.

 

Danski netmiðilin Dagens byggeri hevur gjørt eina samrøðu við donsku arkitektarnir, Cubo Arkitekter, ið hava tekna nýggja sambýlið saman við føroysku EYA Arkitektar.  

Samrøðan kann lesast HER. 

SÍ EISINI: "Fremtidens boliger til voksne med autisme bygges på Færøerne"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723