Sveimandi og spyrjandi - Bjørk S. Lamhauge velur sangir úr sínum lívi

Sveimandi og spyrjandi - Bjørk S. Lamhauge velur sangir úr sínum lívi
Í nýggjasta parti av útvarpsrøðini Sangir úr mínum lívi hittir Rebekka Manuela Behrens sangkvinnuna Bjørk Sigurdsdóttir Lamhauge.
 
21.08.2025 - 14:59

Í sendingini greiðir Bjørk opið frá gleði og sorgum í lívinum, um hjartasorg, sakn og stríðið í skúlagongdini. Hon sigur eisini frá, hvussu tað var at fáa eina diagnosu, og hvussu týdningarmikið tað er at hava góð vinaløg.

Bjørk setur eisini orð á, hvussu nógv tað krevur at spæla eitt ljóðføri: “Tað er blóð, sveitti og tár aftanfyri violinspælið,” sigur hon við einum brosi. Bjørk hevði aldrin verið komin so langt við tónleikinum, hevði tað ikki verið fyri tann góða stuðulin, hon fekk frá foreldrunum. “Tað er tað, sum skal til fyri at vera ein góður tónleikari.”

 

Í sendingini tosar Bjørk eisini um, hvussu hart tað var fyri hana at finna seg sjálva, eftir at hon gavst at spæla violin, tí hetta hevði verið hennara samleiki í so mong ár. Tað hjálpti heldur ikki upp á støðuna, at hon hevði ringt við at hugsavna seg í skúlanum.

Tey løg, hon velur til sendingina, hava øll eitt serligt pláss í hennara lívi. Summi minna hana á mótgongd og sárbarleika, og onnur geva styrki og vón.

Bjørk hevur sjálv skrivað og framført tónleik í fleiri ár og er við í bólkinum BRIMHVÍTT saman við Ingmar Berg Mikkelsen, Karl Andrias Stórá, Ara Johannesen og Haraldi Fonsdal Johannesen. Nú býr Bjørk í Danmark og farin í holt við at gera sítt egna soloprosjekt.

Tónleikurin, hon velur í sendingini, gevur eina persónliga og erliga mynd av hennara lívi. Eitt lív við bæði avbjóðingum og vøkstri.

Her eru sangirnir, sum Bjørk velur í sendingini:

Little Things – One Direction

Oblivion – Bastille

Légende – Wieniawski

Take Care – Beach House

Evergreen – Yebba

Forårsdag – Anne Linnet

Bortin – Brimhvítt

Sendingin við Bjørk verður send í útvarpinum í dag kl. 17.05, men er longu nú at finna á KVF Ljóð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762