Minesto trýr enn upp á sjóvarfalsorku í Vestmannasundi

Minesto trýr enn upp á sjóvarfalsorku í Vestmannasundi
Minesto trýr enn upp á sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hóast tap fyrra hálvár í ár
Mynd: Savn  
 
23.08.2025 - 13:45

Minesto trýr enn upp á sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, hóast tap fyrra hálvár í ár.

Størsti sjóvarfalsdrekin hjá Minesto, sum eitur Luna, varð settur út í Vestmannasundi í fjør, og eftir nakrar byrjanartrupulleikar, so byrjaði sjóvarfalsdrekin at framleiða streym inn á netið hjá Sev í mai í ár, stendur at lesa í hálvársroknskapinum hjá Minesto.

Minesto sigur, at í ár hava framstig verið gjørd í arbeiðinum við sjóvarfalsorku í Føroyum, og við longri kaðli hevur sjóvarfalsdrekin økt framleiðsluna við 25 prosentum.

Í juni tók Minesto lán upp á góðar 15 milliónir krónur, umframt at felagið fekk eina játtan úr Svøríki upp á umleið 17 milliónir krónur til at byggja eitt orkuverk í Føroyum saman við SEV og øðrum samstarvsfeløgum.

Men tølini á botnlinjuni eru framvegis reyð. 

Rakstrartapið fyrra hálvár í ár var 14 milliónir krónur, hóast felagið fekk góðar 12 milliónir krónur inn frá íleggjarum.

Í hálvársroknskapinum sigur Minesto, at nýskipanir av felagnum eru framdar, sum hava minkað tær føstu útreiðslurnar við 35 prosentum. 

Felagið sigur seg nú vera til reiðar at fara víðari við fyrstu veruligu vinnuligu útbyggingini av sjóvarfalsorku í Vestmannasundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur fríggjadagur.
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360