Skulu skjóta um føroyameistaraheitini

Skulu skjóta um føroyameistaraheitini
Komandi vikuskiftini skulu føroysku leirdúgvuskjúttarnir kappast um føroyameistaraheitini í OL trap, Nordisk trap og OL skeet
FM-kappingarnar í leirdúgvuskjóting fara av bakkastokki um vikuskiftið
Mynd: Skjótisamband Føroya  
 
28.08.2025 - 10:01

Komandi vikuskifti fara FM-kappingarnar í leirdúgvuskjóting av bakkastokki.

Byrjað verður leygardagin 30. august við FM í OL trap og OL skeet. Fyrri dagurin í OL skeet verður avgreiddur á skjótibreytini hjá Sunda Byrsufelag við Norðskála, og sunnudagurin verður skotið á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla, á Sandvíkum í Tórshavn.

Báðir dagarnir í OL trap verða á breytini á Sandvíkum í Tórshavn, skrivar Skjótisamband Føroya.

Seinasta FM kappingin í ár, verður úti á Vík í Leirvík leygardagin tann 6. september, har FM vinnarin í Nordisk Trap skal finnast

Longu nú er greitt, at vit skulu hava ein nýggjan FM vinnara í OL skeet, tí Marius F. Joensen sum bleiv FM vinnari í fjør, fær ikki luttikið í ár.

Í OL trap skal Esmar Joensen royna at verja meistaraheitið, sum hann óvæntað vann í fjør, og í Nordisk Trap, sum fyrstu ferð bleiv skipað fyri FM í fjør, skal Alex Johannesen royna at endurvinna tað meistaraheitið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040