- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevndarlimur í miðbankanum stevnir Trump

Nevndarlimurin í amerikanska miðbankanum, the Federal Reserve, Lisa Cook, hevur stevnt Donald Trump forseta, tí hann hevur roynt at givið henni sekkin.
Tað stendur í rættarskjølum, skriva fleiri amerikanskir miðlar.
Fyri nøkrum døgum síðani koyrdi amerikanski forsetin Lisa Cook. Grundgevingin var, at tað er illgruni um, at Cook hevur givið falskar upplýsingar um sín bústað í sambandi við at taka húsalán.
Vísir skuldsetingum aftur
Lisa Cook vísir aftur skuldsetingarnar, og hevur sagt, at hon ætlar ikki at fara frá sum nevndarlimur í amerikanska miðbankanum av egnum vilja.
Í stevningini skriva advokatarnir hjá Lisa Cook, at uppsøgnin er uttan fordømi og ólóglig.
Víst verður eisini á, at hon ikki hevur havt møguleika at svara skuldsetingunum, áðrenn hon var koyrd.
Amerikanski forsetin hevur lagt eitt áhaldandi trýst á miðbankan um at lækka rentuna, so meira ferð kemur á búskapin.



























