- Tíðindi, mentan og ítróttur
NF25: Kynstrið at fletta eina kúgv

Hann rakar teg alt fyri eitt, tú tekur fetið úr bilinum á Viðareiði: Rámi roykurin av mykju.
Harvið ert tú ongantíð í iva um, at tú ert farin á tónleikafestival úti á bygd, tá tú vitjar Norðfestivalin, og at tað er bygdin, ið fyrst og fremst setir sín dám á festivalin, og ikki øvut.
Norðfestivalurin er bæði bygdasligur og skeggjasíður, og hann roynir heldur ikki at vera nakað annað, og tað skal hann heldur ikki, tí tað riggar fantastiska væl hjá teimum.
Veðrið við viðingum
Ársins útgáva av Norðfestivalinum, sum var tann triðja í røðini, var eisini frálík. Og tað var, fyri fyrstu ferð, eisini útselt.
Aftur í ár var veðrið við viðingum, tá teir skuldu fletta ársins kúgv og skipa fyri Norðfestivalinum, hóast veðrið ikki var eins gott, og tað hevur verið undanfarin ár - serliga í fjør.
Tað dryppaði í løtum leygardagin, men á Norðfestivalinum er tað ongantíð serliga langt at sleppa undir tak.
Eitt er, at kjarnin á festivalinum er sjálvt Hotel Norð, sum festivalurin er uppkallaður eftir, og sum fyriskipararnir eiga og reka. Har kann mann altíð fara inn. Og so eru fleiri tjøld á økinum, har fólk eisini kunnu fara undir tak, um tørvur er á tí.
Blendaður og snerktur
Tann sannroynd, at nýggj berhol er gjørd norður um Fjall, ger tað eisini munandi høgligari at koma til vøkru Viðareiði.
Tí eftir at rámi mykjuroykurin hevur snerkt tær nasagluggarnar, so verður tú blendaður av ótrúliga vakra útsýninum og staðsetingina av Norðfestivalinum.
Bæði eru gandakend og liva væl og virðiliga upp til slagorðini hjá festivalinum um, at hann er "allarhelst" vakrasti festivalur í heiminum.
Alien og ko
Men hvussu ólukkan menn - tí tað mugu vera menn - hava funnið uppá, at tað er eitt gott hugskot at byrja ein tónleikafestival við at fletta eina kúgv, er ógreitt.
Allarhelst hava øl og snapsur nokk spælt ein leiklut í avgerðini.
Nú hevur afturvendandi flettingini av kúnni nærmast fingið sama status fyri Norðfestivalin, sum "Alien og ko" hava tað fyri Roskilde festivalin. Norðfestivalurin hevði ikki verið tað sama uttan.
Mynd: Bárður Lydersen
Sum ein útslitin kúgv?
Nógv vóru óivað tey, ið snerktu eitt sindur, tá tey frættu, at danski 80-ára poppbólkurin Dodo & the Dodos úr Aarhus skuldi vera ársins høvuðsnavn á Norðfestivalinum.
Tær spillandi tungurnar hildu fyri, at her kemur enn eitt útslitið og útbrent danskt orkestur til Føroya at forvinna nøkur síðstu oyru - kanska eitt sindur sum neyðars kúgvin, ið verður flett.
Men Dodo Gad og hennara Dodos gjørdu øllum fordómunum og spillandi tungunum fullkomiliga til skammar.
Væl smurd maskina
Á pallin trein ein væl smurd tónleikamaskin, ið hevur koyrt síðani 1986, og hon koyrir enn væl.
Gaman í, so høvdu Dodo & the Dodos tunað tónleikamotorin við nøkrum bæði vøkrum og væl syngja kórdamum.
Men høvuðsdeilirnir, ið fingu motorin at ganga so væl, vóru teir somu, sum teir hava verið síðani byrjanin í 1986: Dodo Gad (sang), Jens Rud (sang & gittar), Steen Christiansen (ljómborð), Lars Thorup (trummur) og Anders Valbro (gittar)
"Tað er sum at lurta eftir einari plátu," helt onkur fyri, so væl spældi Dodo & the Dodos í grundini, og so væl sungu eisini hjúnini Dodo Gad og Jens Rud.
Og so var tað eyðsæð, at limirnir í bólkinum tímdu ordiliga væl at vera á Viðareiði og spæla fyri føroyingum.
Sovið í tímanum
Dodo Gad hevði eisini gjørt sær tann ómak at læra seg nakrar føroyskar setningar, so hon kundi takk fyri góðu undirtøkuna á føroyskum.
Og tá fólk gera sær ómak og bæði duga og tíma at spæla fyri tær, so fyrigevur tú teimum, at tey ikki ordiliga høvdu fingið við, at tey vóru á Viðareiði og ikki í Klaksvík.
Meðan mann stóð og lurtaði eftir Dodo & the Dodos, so kundi mann ikki lata vera við at hugsa tanka, at aðrir og størri tónleikafestivalar og -tiltøk í landinum, ið eisini dyrka nostalgiina, hava sovið í tímanum við at lata tann lítla Norðfestivalin stinga av við Dodo & the Dodos.
Eitt skot av nostalgi
Gaman í, so var konsertin eitt stórt skot av nostalgi, og til tíðir kendist tað sum at vera 15 ár aftur, meðan mann stóð og sang við til hitt sum "Vågner i natten", "Sømand af verden" og "Gi' mig hvad du har".
Dodo & the Dodos er ein úrdráttur av eyðkenda danska 80-ára poppljóðinum, sum vit eisini kenna frá Danseorkestret, Rocazino, Tøsedrengene og øðrum. Ljóðið var ein samanrenning millum Dansk Toppen og altjóða 80-ára synthpoppin, og var eitt danskt fyribrigdi, tí tað kláraði seg ikki uttan fyri donsku strendurnar, uttan í Føroyum og í Útvarpi Føroya, har tað sanniliga spøkir enn.
Umframt væl spælandi høvuðsnavnið, so er rúmsátta økið víðsíðuna av Hotel Norð, har høvuðspallurin stendur, eisini sera væl egnað til konsertir. Eitt er, at sjálvt økið er stórt, so tú stendur væl og ikki ov tætt, men so kunnu fólk eisini standa á stóru terassuni hjá Hotel Norð og á bakkanum til vinstru fyri høvuðspallinum.
Hetta gevur eitt serligt huglag.
Røde, blå og hvide
Norðfestivalurin fór nærmast á flog, tá Dodo & the Dodos trivu kenda, og her á landi eisini so væl dámda danska landsliðssangin "Re-Sepp-Ten" frá 1986, sum Dodo Gad sang saman við kenda og væl umtókta danska 80-ára fótbóltslandsliðnum.
Dodo & the Dodos høvdu gjørt sítt heimaarbeiði og valdu at tillaga sangin soleiðis, at tað nú ikki var "vi er røde, vi er hvide", men "Vi er røde, blå og hvide". Og tað var nakað, ið fall í so góða jørð á Viðareiði, at Hondbóltssambandið burdi fingið bólkin at innspælt hesa útgávuna av sanginum at hava við landsliðunum til EM og HM - ella kanska er tað at rokna sum eitt slag av halgibrotið, og neyvan nakað, ið hevði verið góðtikið av ávísum kreftum í Hondbóltssambandinum.
Mynd: Bárður Lydersen
Norðfest var annað og meira enn Dodo & the Dodos og kúgvin, ið bleiv flett.
Har vóru Guðrið Hansdóttir, Marius Ziska, Páll Finnur Páll, RSP og Adrenaline, umframt at har var eitt troubadur-tjald, tónleikur á Terassuni um dagin, og Ottar Skottar, sum diskaði í Hotel Norð um kvøldið og náttina. Og har var Spæliland og matur og mangt annað.
Eitt frelsandi tónleikatiltak
Stigtakararnir til Norðfestivalin hava, sum ein danskur landsliðsleikari, John Faxe Jensen, í síni tíð tók til, rakt bóltin beint í reyvina við at fyriskipa ein seinsummarfestival í vakra Viðareiði.
Tað er frelsandi at koma til eitt tónleikatiltak, ið ikki roynir at billa hvørki tær ella sær sjávlum inn, at tað er nakað, sum tað ikki er. Tað er bygdasligt, og tað er fínasta slag.
Í grundini kanst tú siga, at tað, at skipa fyri einum tónleikafestivali, er ikki so nógv øðrvísi enn at fletta eina kúgv. Tað skal gerast ordiliga, og tað gera tey á Viðareiði.
So um tú ikki hevur verið og upplivað Norðfestivalin, so eru ráðini einføld: far.





























