Trump vil hava hægstarætt at taka støðu til tollásetingarnar

Trump vil hava hægstarætt at taka støðu til tollásetingarnar
Ein kærudómstólur hevur staðfest, at tollurin er ólógligur, men nú er umsitingin hjá forsetanum farin til hægstarætt við málinum
Tá Donald Trump, forseti, kunngjørdi tollhækkingarnar. Nú vil hann hava hægstarætt at taka støðu til, um tollásetingarnar eru lógligar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
08.09.2025 - 08:50

Umsitingin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, hevur heitt á hægstarætt um at taka støðu til, um nýggju tollásetingarnar eru lógligar, eftir at ein kærudómstólur nýliga staðfesti, at meginparturin av teimum eru ólógligar.

Løgmálaráðið sendi inn kæruna til ameriknaska hægstarætt í síðstu viku. 

Ráðið heitir á ovasta dómstól í landinum um at gera av, um Donald Trump, forseti, hevði myndugleika at seta í gildi umfatandi tollásetingar sambært eini lóg, sum er gjørd at brúka, um landið er í krepppustøðu.

 

Skuldi hava møguleika at fara til hægstarætt

Tað sæst í rættarskjølunum, sum vóru latin hægstarætti, og sum NBC News hevur fingið innlit í.

29. august segði kærudómstólurin í niðurstøðu, at flestu tollásetsingarnar, sum forsetin hevur sett í verk, eru ólógligar.

Kærudómstólurin vísti kortini kravinum aftur, um alt fyri eitt at strika tollásetingarnar. 

Rætturin letur tollin standa til 14. oktober, fyri at at geva umsitingini hjá Trump tíð at kæra málið víðari til hægstarætt.

Trump skuldsetti í síðsta mánaði kærudómstólin fyri at hava politiska slagsíðu, og løgmálaráðharrin, Pam Bondi, boðaði frá, at avgerðin fór at verða kærd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576