Ólavur og U21-landsliðið hava fingið upp í fullan leyp

Ólavur og U21-landsliðið hava fingið upp í fullan leyp
Við trimum sigrum í trimum dystum hevur U21-landsliðið fingið eina dreyma byrjan. Hart arbeiði og samanhald eyðkennir liðið, sigur nýggi venjarin, Ólavur Mikkelsen
Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen/KVF  
 
12.09.2025 - 15:11

Føroyska U21-landsliðið er farið undir eina nýggja EM-undankapping. Tað hevur verið ættarliðsskiftið bæði á og uttanfyri vøllin. Tað er ein nýggjur árgangur av spælarum. Bara fáir av teimum hava U21-landsliðsroyndir.

Somuleiðis er nýggjur skipari á brúnni. Undarnfarnu venjararnir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen, tók við á A-landsliðnum, tá Håkan Ericson bleiv koyrdur. Nýggjur í sessinum er 33 ára gamli Ólavur Mikkelsen. Hann var hjálparvenjari hjá Víkingi, tá honum stóð í boðið at stjórna U21-landsliðnum.

- Tað hevur verið spennandi og rímuliga nattúrligt at taka yvir. Eg havi verið spælari og ungdómsvenjari hjá Eyðuni Klakstein á Skála, og verið hjálparvenjari hjá Atla í Víkingi. So eg kenni væl venjaratoymið á A-landsliðnum. Vit hava sparrað nógv um ymsu tingini. Tað hjálpti eisini væl, tá eg skuldi byrja í starvinum, sigur Ólavur Mikkelsen, sum líka skal venja seg við treytirnar í landsliðshøpi.

- Tað er ein øðrvísi uppgáva, enn at vera partur av einum vanligum felagi, har tú hevur spælararnar samlaðar til venjing mestsum hvønn dag. Tá hevur tú møguleika at arbeiða við smálutunum, men mær dámar væl U21-venjarastarvið.

33 ára gamli strandingurin hevur spælt á miðjuni hjá Skála sum spælari. Síðani bleiv hann venjari hjá næstbesta liðnum. Í 2021 og 2022 tók við næstbesta liðnum hjá Víkingi, og bleiv seinni hjálparvenjari hjá Víkingi. 

 

Mynd: (Virgar Hvidbro/FSF)                          U21-landsliðið fegnast um sigurin á Íslandi

 

Tríggir sigrar av trimum

Tað verður oftani sagt, at U21-landsliðið hevur brúk fyri tíð, tá eitt nýtt ættarlið tekur við. Liðið møtir kanska til eina stutta venjingarlegu, men eitt nú spælir U21-landsliðið ongantíð veningardystir, sum partur av fyrireiking til eina undankapping.

Hesa ferð hevur skiftið til eitt nýtt ættarlið ikki merkt úrslitini. Føroyar byrjaðu við at vinna 2-1 á Estlandi í Klaksvík. Jóhan Josephsen og Áki Samuelsen vendu dystinum seinasta korterið. Síðani hava Føroyar vunnið 2-1 og 1-0 í júst farna landsliðssteðginum. Mattias Hellisdal, Áki Samuelsen og bara 17 ára gamli Dávid Reynheim skoraðu málini.

- U21-landsliðið er fyrst og fremst ein bunki av spælarum, sum tíma hvønn annan. Teir finna væl útav tí sosialt. Tað merkist øgiliga væl tá hópurin er samlaður, sigur Ólavur Mikkelsen greiður á málinum, tá hann verður spurdur um góðu úrslitini.

Sermerkt við sigrunum er, at liðið hevur arbeitt hart og verjuspælið er í størri mun komi til sjóndar. Tað er ikki óvanligt, men tað er ikki hent fyrr, at eitt føroyskt landslið hevur vunnið tríggjar landsdystir upp í slag. Strandingurin er letur væl at venjingarmentanini og eginleikunum hjá spælarunum, at halda seg til avtalur á vøllinum.

- Á einum føroyskum landiðið kann eingin spælari hava frípass frá arbeiðsinnsatsi. Allir spælararnir hava arbeitt sera hart og stríðst sum ein eind. Og so hava spælararnir verið dugnaligir í báðum brotsteigunum. Tað er har fótbóltsdystir verða avgjørdir, sigur Ólavur Mikkelsen.

33 ára gamli strandingurin er samdur í, at útgangsstøðið hevur verið verjukent í útidystunum móti Íslandi og Luksemborg, men vísur eisini á, at føroyska liðið bæði hevði bóltin og trýsti frammaliga á vøllinum móti Estlandi.

 

u21_luksemborg-foroyar_0-1_09-09-2025-3.jpg

Caption: 
U21-landsliðið, sum byrjaði inni móti Luksemborg

Mynd: Virgar Hvidbro/FSF

U21-landsliðið skapar úrslit

Hetta er ikki fyrstu ferð, at eitt føroyskt U21-landslið fær úrslit. Føroyar hava síðani 2007 fingið 68 stig í samanlagt tíggju undankappingum í U21-landsliðshøpi. Tað er íroknað tey 9 stigini, ið Ólavur Mikkelsen og hansara menn hava vunnið í hesi undankappingini.

Millum stóru úrslitini kann nevnast minniligi sigurin á Russlandi, og javnleikirnir móti Fraklandi, Danmark, Rumenia og Serbia, umframt fleiri sigrar á londum, sum vit meta okkum kunna kappast við. Hvat er tað, sum ger at U21-landsliðið javnan fær góð úrslit?

- Tað er eitt sindur trupult at svara uppá. Góðu úrslitini geva núverandi og komandi U21-spælarum trúnna upp á, at alt kann lata seg gera í einum fótbóltsdysti, um tú arbeiðir hart fyri tí, er eitt boð hjá Ólavur Mikkelsen, sum eisini hevur eitt boð.

- Summir venja og spæla uttanlands, meðan ungir spælarar í Føroyum ofta sleppa at venja og spæla við fremstu liðunum úti í feløgunum, frá tí teir eru umleið 16 ára gamlir. Spælararnir eru vanir við at verða ”yvirmatchaðir”, tá tað kemur til kropsliga styrki og leikferð, heldur Ólavur Mikkelsen.

Hann vísur á, at ein 20 ára gamal spælari í Føroyum kann lættliga hava spælt hálvt hundrað kappingardystir fyri besta liðið hjá sær. Tað ger mun, tí teir læra at spæla og liva við trýstinum at fáa eitt úrslit.

 

Missa ikki fótafestið

Við trimum sigrum hevur føroyska U21-landsliðið fult stigatal og liggur fremst, men tað er langur vegur á mál. Undankappingarbólkurin telur eisini Frakland, sum er millum sterkastu fótbóltstjóðirnar í heiminum. Hini eru Sveis, Ísland, Luksemborg og Estland. Bara nummar eitt kemur beinleiðis víðari til endaspælið.

Ólavur Mikkelsen hevur onga ætlan, um at missa fótafesti. Hann sær ikki sigrar sum sína fremstu uppgávu, men heldur at brýna spælarar til manslandsliðið.

- Sum eg síggi tað, so hevur U21-landsliðið í høvuðsheitum tvær uppgávur. Vit skulu menna spælarar til A-landsliðsspælarar. Tað hevur týdning, at vit framhaldandi arbeiða sum A-landsliðið, soleiðis at U21-landsliðsspælarar hava eina lætta yvirgongd til A-landsliðið, sigur Ólavur Mikkelsen, sum tó ætlar sær fleiri stig.

- Vit ætla okkum eisni at avrika væl og fáa góð úrslit komandi dystirnar í  EM undankappingini, og fáa so nógv stig, sum tilber, sigur Ólavur Mikkelsen at enda.

Komandi U21-landsdystirnir verða 10. og 14. oktober móti ávikavist Fraklandi og Sveis í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Morgunlestur leygardagur 6.desember 2025
200251
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039