"Skippy" flúgvandi - Óli skaddur

"Skippy" flúgvandi - Óli skaddur
Elias Ellefsen á Skipagøtu skeyt 11 mál í teprum Kiel-sigri, meðan Óli Mittún mátti skaddur av vølli ímóti Aalborg
 
14.09.2025 - 07:45

Elias Ellefsen á Skipagøtu var avgerandi fyri THW Kiel í tepra sigrinum á Hamburg í gjár.

Føroyska hondbóltsstjørnan skeyt ikki minni enn 11 mál, tá teir svørtu og hvítu vunnu 27-25 í norðuruppgerðini og tryggjaðu sær triðja landskappingarsigurin á rað.

Munurin var ongantíð stórur, men tá útiliðið hótti við at fara avstað við sigrinum síðstu løtuna, svaraði Elias Ellefsen á Skipagøtu aftur, og so kundu viðhaldsfólkini í Wunderino Arena fegnast.

Füchse Berlin við Hákuni West av Teigum spælir ímóti Gummersbach seinnapartin sunnudagin, meðan Vilhelm Poulsen og Hannover-Burgdorf vitja Flensburg mánadagin.

 

Óli skaddur 

Gekk væl hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í Kiel, gekk verri hjá Óla Mittún, tá GOG vitjaði Aalborg í stórdystinum í bestu donsku deildini leygardagin.

GOG fylgdi við fyrstu løtuna, og føroyingurin vann fleiri brotskast fyri útiliðið, sum eitt skifti var frammanfyri.

Nakað fyri steðgin var Óli Mittún kortini takklaður av fyrrverandi liðfelaganum úr IK Sävehof, Felix Møller, sum tók skotarmin hjá bakspælaranum, júst sum hann skuldi skjóta.

Úrslitið var reytt kort til Felix Møller og skaði til Óla Mittún, sum noyddist at hyggja at seinna hálvleiki av beinkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650