Kommunur taka væl ímóti ætlanini um at yvirtaka alt demensøkið

Kommunur taka væl ímóti ætlanini um at yvirtaka alt demensøkið
Formaðurin í Kommunufelagnum heldur, at kommunurnar eru betur førar fyri at taka sær av økinum enn Almannaverkið
Borgarstjórarnir í teimum 29 kommunum. Nú er ætlanin, at kommunurnar skulu umsita alt demensøkið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2025 - 18:00

Kommunurnar taka væl ímóti ætlanini hjá landsstýrinum at leggja alt demensøkið út til kommunurnar.

Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelagnum, sigur, at eldraøkini í kommununum eru betur før fyri at taka sær av øllum demensraktum enn Almannaverkið, eisini teimum undir 67 ár, sum í løtuni eru undir Almannaverkinum. 

Ein arbeiðsbólkur hevur viðgjørt spurningin um endurgjald frá landinum til kommunurnar fyri eisini at yvirtaka demensrakt, sum eru undir 67 ár, og formaðurin í Kommunufelagnum letur væl at arbeiðnum. 

Dagtilboð og umlætting til fólk við demensi kosta Almannaverkinum 4,6 mió. kr. í ár.

Hesir pengar vera fluttir kommununum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið frá Almanna- og mentamálaráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16092025_Tobbi_og_demensokid

 

Sí eisini: Kommunurnar fáa alt demensøkið

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974