Tonje Brenna skal leiða arbeiðaraflokkin í stórtinginum

Tonje Brenna skal leiða arbeiðaraflokkin í stórtinginum
Hon er farin úr stjórnini fyri styrkja flokkin í stórtinginum eftir valið fyri viku síðani, sum gava munandi fløktari reyð-grønan meiriluta enn áður
Tonje Brenna er farin úr stjórnini, og nú skal hon standa á odda fyri tingmanningini hjá arbeiðaraflokkinum í stórtinginum.
Mynd: Norski arbeiðaraflokkurin  
 
16.09.2025 - 14:07

Tonje Brenna verður nýggj forkvinna í tingbólkinum hjá norska arbeiðaraflokkinum.

Ein samd valnevnd hjá arbeiðaraflokkinum hevur skotið hana upp til at leiða flokkin í stórtinginum nýggja valskeiðið.

Norska TV 2 visti at siga í gjár, at Tonje Brenna, sum er næstforkvinna í arbeiðaraflokkinum, fór úr stjórnini fyri at taka við sum forkvinna í tingbólkinum hjá flokkinum í stórtinginum. Tonje Brenna var arbeiðs- og inkluderingarmálaráðharri.

 

Styrkja leiðsluna

Broytingin verður lýst sum eitt stig til at styrkja leiðsluna hjá arbeiðaraflokkinum í stórtinginum eftir valið seinasta mánadag, sum gav munandi fløktari reyð-grønan meiriluta enn áður, skrivar NRK.

- Nýggi politiski leiðarin fær ein sera týðandi leiklut í Arbeiðaraflokkinum. Talan er um eina nýggja politiska støðu í stórtinginum, sum krevur góða leiðslu og trygga stýring. Og hetta heldur valnevndin, at Tonje Brenna er rætta fólkið til, sigur floksskrivarin, Kari-Anne Opsal, við norska kringvarpið.

 

Einsamallur í stjórn

Stjórnin hevur sitið síðani oktobur í 2021. Miðflokkurin boðaði 30. januar frá, at hann tók seg úr stjórnni, og síðani 4. februar hevur Arbeiðaraflokkurin sitið einsamallur í stjórn.

Jonas Gahr Støre vann valið, sum var fyri viku síðani, og kann halda fram sum forsætisráðharri í Noregi. 

Arbeiðaraflokkurin hjá honum gjørdist størsti flokkur, og reyð-grøni vongurin fekk greiðan meiriluta við 87 tinglimum.

Arbeiðaraflokkurin er eisini eftir stórtingsvalið einsamallur í stjórn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425