Ákærumyndugleikin brúkar sms-boð og DNA sum prógv

Ákærumyndugleikin brúkar sms-boð og DNA sum prógv
Tyler Robinson, sum er undir illgruna fyri at hava dripið Charlie Kirk, skrivaði í sms-boðum: " Eg havi fingið nóg mikið av hansara hatri."
Tyler Robinson er undir illgruna fyri at hava dripið høgravenda ávirkaran, Charlie Kirk.
Mynd: Utah State Courts/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.09.2025 - 08:52

Ákærumyndugleikin í Utah í USA hevur lagt fram sms-boð, ein pappírslepa og DNA-spor sum nøkur av prógvunum móti tí 22 ára gamla Tyler Robinson, sum er undir illgruna fyri at hava dripið Charlie Kirk, ein kendan ávirkara á høgravonginum, fyri eini viku síðani.

Tað skrivar danskar kringvarpið.

Á tíðindafundi í gjár greiddi Jeff Gray, ákæri, frá tí, sum myndugleikarnir halda vera prógv móti Tyler Robinson.

Jeff Gray vísti millum annað á, at ein pappírslepi, sum tann ákærdi hevur latið eftir til partnaran, umframt nøkur sms-boð, tulkar ákærumyndugleikin sum prógv.

Sambært ákæraranum skal Tyler Robinson millum annað hava skrivað í sms-boðum: "Eg havi fingið nóg mikið av hansara hatri. Nøkur sløg av hatri kunnu ikki samráðast til einkis." 

 

Charlie Kirk varð skotin 10. september, meðan hann tosaði við lesandi á universitetinum í Utah Valley. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Kynsskifti

Á tíðindafundinum las Jeff Gray upp part av sms-samskiftinum millum Tyler Robinson og partnaran, ið hann búði saman við. Ákærin sigur um partnaran, at "hann lívfrøðiliga er ein maður, sum er í einum romantiskum forholdi við Robinson" og sum nú er í gongd við kynsskifti.

Jeff Gray segði eisini, at DNA, sum samsvarar við tað hjá Tyler Robinson, er funnið á rifluni, sum hildið verður, var brúkt at skjóta Charlie Kirk.

Tað var 10. september, at Charlie Kirk varð skotin, meðan hann tosaði við lesandi á universitetinum í Utah Valley.

Sambært ákæranum skeyt Tyler Robinson Charlie Kirk av einum taki í einum bygning nærhendis. Hann rakti hann í hálsin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. februar
Akademia:"Mentan og samleiki"
203815
Leygardag 7. februar
PLÁTUPANELIÐ #037 (Laurel Canyon)
203877
Leygardag 7. februar
Jambalaja - 070226
203875
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864
Fríggjadag 6. februar
Úr savninium: Við Naddoddi um hav
203854
Fríggjadag 6. februar
Veðrið
203846